Lívsins kelda
”tí hjá tær er lívsins kelda, í tínum ljósi vær skoðum ljós! ”
Sálmur 36,10
Gud er lívsins kelda. Alt lív kemur frá honum. Soleiðis er tað við øllum tí tysjandi lívi, sum fyllir heimin, og sum vit øll dagliga uppliva. Tey hægstu trøini og tað minsta grasstrá, giraffar og fílar og tær evarssmáu verur, sum bert síggjast gjøgnum sjóneyku; alt samalt livir og er til, bert tí Gud gevur teimum lív.
Tá ið Dávid nevnir Gud lívsins kelda, so er hetta ein myndatala. Myndin er tikin úr náttúruni. Tá vit har síggja eina á, so vita vit, at hon kemur úr einum ávísum staði. Hon má onkustaðni hava sínar keldur, har nóg mikið er av vatni. Tað kann t.d vera eina kavafonn ella eitt stórt vatn. Soleiðis er tað eisini við øllum tí lívi, vit kenna. Tað er sum ein stórur livandi streymur, sum vellir fram hjá Gudi sjálvum.
Vit menniskju fáa eisini lív okkara frá Gudi. Tað er alla tíðina ein gáva frá honum. Ikki er tað so, at vit bert fingu lívsins gávu, tá vit blivu borin í heim, og at vit so sjálvi mega syrgja fyri at halda okkum á lívi. Nei, hvørja løtu, vit liva, kemur lív okkara frá Gudi. Tað er ein støðugur lívsstreymur, sum vellir frá Gudi og kemur til okkara. Tí kundi Paulus siga við heidningarnar í Athen, sum als ikki kendu Gud, at Gud, sum hevur skapað heimin, ”… sjálvur gevur øllum lív og anda…” (Áps.17,25).
Tá Gud hvørja løtu gevur mannaættini lív, so er tað tí, at hann vil okkum okkurt. Hann hevur ætlanir við hvørji einastu menniskju. Gud hevur ikki okkum menniskju her á jørðini eins og vit hava fiskar í einum akvarium. Vit geva fiskunum mat og reint vatn, tí vit halda tað vera stuttligt at hyggja at teimum. Gudi er tað aldri nóg mikið bert at halda okkum á lívi bert fyri at hyggja at okkum og eygleiða lív okkara. Nei, tá ið Gud gevur okkum lívið, so er tað veruliga tí, at Hann vil okkum okkurt og hevur týðandi ætlanir við okkum.
Gudi leingist eftir, at vit skulu fáa eitt nýtt lív, tað, sum Bíblian nevnir tað æviga lívið. Tað er, at menniskju kenna Jesus, hava álit á honum og lata upp hjarta fyri honum. Tá byrjar longu nú tað æviga lívið sum Guds barn.
Eisini tað æviga lívið kemur frá Gudi. Hann gevur okkum tað gjøgnum sítt orð. Tí heldur ikki tað lívið kemur av sær sjálvum. Gud má skapa tað í hjørtum okkara. Og tað gera hann allastaðni, har ein menniskja søkir orð hansara og ikki vísir tí frá sær. Tá letur Gud í sínum stóra kærleika og miskunnsemi orðið um Jesus verða til trúgv í hjørtum okkara, so at tað nýggja lívið sum hansara barn kann byrja.
Tá hevur Gud nátt sítt stóra mál við eini menniskju, sum hann gav lívsins gávu. Hon er vorðin barn hansara og hevur fingið hitt æviga lívið til ognar.