Lukas 11,27-32

 

Teksturin í dag er Lukas 11,27-32

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

27 Meðan hann talaði, var ein kvinna ímillum áhoyrararnar, sum rópti til hansara: “Eydnurík er mamma tín, sum hevur bæði føtt teg og havt teg á brósti.” 28 Men hann svaraði: “Ja, men eydnurík eru tey, sum hoyra Guds orð og halda seg til tað.” 29 Alla tíðina tyrptist fólk um Jesus, og hann helt á at tala við tey: “Vit liva í eini óndari tíð. Fólk krevja tekin, men tit fáa ikki annað tekin enn tekin Jónasar. 30 Jónas var eitt tekin fyri fólk í Ninive, og á sama hátt verði eg, Menniskjusonurin, tykkum eitt tekin. 31 Á dómadegi fer drotningin úr Saba at rísa upp frá deyðum saman við tykkum og at ákæra tykkum. Hon kom langa leið higar at hoyra vísdóm Sálomons kongs, og her er nakað, sum er størri enn Sálomon. 32 Fólk í Ninive skulu eisini rísa upp frá deyðum og ákæra tykkum. Tey vendu um, tá ið Jónas talaði til tey um, hvat skuldi henda, um tey ikki gjørdu tað. Og her er ein, sum er størri enn Jónas.

Teksturin frá biblia.fo

v27 Men tað hendi, í tí hann segði hetta, tá hevði ein kvinna úr mannfjøldini upp rødd sína og segði við hann: «Sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!» v28 Men hann segði: «Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guðs orð og varðveita tað.» v29 Men tá ið mannfjøldin tyrptist saman um hann, tók hann til orða og segði: «Henda slektin er ein ónd slekt; hon krevur tekin, men ikki skal annað tekin verða henni givið enn tekin Jónasar. v30 Tí at líkasum Jónas var Nineve-monnum eitt tekin, soleiðis skal eisini menniskjusonurin vera tað fyri hesi slekt. v31 Suðurlanda-drotningin skal standa upp í dóminum saman við monnunum av hesi slekt og dómfella teir, tí at hon kom frá ytstu útnesum á jørðini fyri at hoyra vísdóm Sálomons; og sí, meir er her enn Sálomon! v32 Nineve-menn skulu stíga fram í dóminum saman við hesi slekt og dómfella hana, tí at teir vendu um við prædiku Jónasar; og sí, meir er her enn Jónas!