Lukas 13,10-17

 

Teksturin í dag er Lukas 13,10-17

Ólavur Jacobsen lesur.

v10 Og hann lærdi í einum av samkomuhúsunum ein hvíludag. v11 Og sí, har var kona, sum hevði havt ein veikleiks anda í átjan ár; og hon var kropnað saman og orkaði ikki á nakran hátt at rætta seg upp. v12 Men tá ið Jesus bar eyga við hana, rópaði hann hana til sín, og segði við hana: «Kvinna, tú ert loyst frá veikleika tínum!» v13 Og hann legði hendurnar á hana, og í stundini rættist hon upp og lovaði Guði. v14 Men forstøðumaðurin fyri samkomuhúsinum, sum var illur um, at Jesus hevði grøtt um hvíludagin, tók til orða og segði við mannamúgvuna: «Tað eru seks dagar, sum tað eigur at verða arbeitt í; teir dagarnar kunnu tit koma og verða grødd, og ikki hvíludagin.» v15 Men Harrin svaraði honum og segði: «Tykkara falsarar! Loysir ikki ein og hvør tykkara oksa sín ella ásin sítt av básinum um hvíludagin og leiðir tey at drekka? v16 Men henda konan, sum er dóttir Ábrahams og sum Sátan hevur hildið bundna í fjøtrum, og tað í átjan ár, átti hon ikki at verða loyst úr hesum bandi ein hvíludag?» v17 Og tá ið hann segði hetta, vórðu allir mótstøðumenn hansara fyri skommum, og øll mannfjøldin gleddist yvir alt tað dýrdarríka, sum hann gjørdi.