Lukas 17,20-37

 

Teksturin í dag er Lukas 17,20-37

Torleif Johannesen lesur.

v20 Men tá ið hann av Farisearunum varð spurdur um, nær Guðs ríki mundi koma, svaraði hann teimum og segði: «Guðs ríki kemur ikki soleiðis, at tey kunnu vísa á tað; v21 ei heldur skulu tey kunna siga: «Sí, her er tað!» ella: «Har er tað!» Tí sí, Guðs ríki er innan í tykkum.» v22 Men hann segði við lærusveinarnar: «Teir dagar munnu koma, tá ið tit skulu tráa eftir at síggja ein av døgum menniskjusonarins, og tit skulu ikki fáa at síggja hann. v23 Og tey munnu fara at siga við tykkum: Sí, har er hann! Sí, her er hann! Farið tá ikki avstað, fylgið ikki heldur eftir! v24 Tí at eins og snarljósið, tá ið tað skyggir úr eini ætt undir himlinum, lýsir í eina aðra ætt undir himlinum, soleiðis skal menniskjusonurin verða á degi sínum. v25 Men fyrst eigur hann at líða nógv og verða vrakaður av hesi slekt. v26 Og sum tað gekk á døgum Nóa, soleiðis skal eisini verða á døgum menniskjusonarins: v27 Tey ótu, tey drukku, tey giftust, tey vórðu burturgift, líka til tann dagin, tá ið Nóa fór inn í ørkina, og flóðin mikla kom og týndi øll. v28 Somuleiðis, sum tað gekk á døgum Lots: Tey ótu, tey drukku, tey keyptu, tey seldu, tey plantaðu, tey bygdu; v29 men á tí degi, tá ið Lot fór út úr Sódomu, regnaði eldur og svávul av himni og týndi øll. v30 Á sama hátt skal tað ganga á tí degi, tá ið menniskjusonurin verður opinberaður. v31 Tann, sum á tí degi er staddur uppi á tekjuni og hevur amboð síni inni í húsinum, hann fari ikki oman eftir teimum, og somuleiðis vendi tann, sum er úti á markini, ikki heim aftur. v32 Minnist til konu Lots. v33 Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana. v34 Eg sigi tykkum: Í teirri nátt skulu tveir menn vera í eini song; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir. v35 Tvær konur skulu mala á somu kvørn; onnur skal verða tikin við, og onnur latin eftir. v36 (Tveir menn skulu vera staddir úti á markini; annar skal verða tikin við, og annar latin eftir.») v37 Og teir svara og siga við hann: «Hvar, Harri?» Men hann segði við teir: «Har sum ræið er, har munnu eisini ørnirnar flykkjast.»