Maðurin við tunglyndinum

”Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ”
Jóh.6,37

 

 

Ein ungur maður í Amerika hevði tunglyndi. Fleiri læknar høvdu kannað hann; men teir funnu ikki atvoldina til hansara hugtyngslu. Foreldrini sendu tí sonin til dr. Torrey, sum var nervalækni, og sum eisini boðaði Guds orð.

 

Tað leið móti kvøldi, tá ið hesin ungi maðurin kom til heimið hjá læknanum. Tá ið teir sótu við nátturðaborðið, legði dr. Torrey fyri og spurdi, um hann trúði, at frásagnirnar í Bíbliuni vóru álítandi.

 

”Jú, tí trúgvi eg,” svaraði ungi maðurin.

 

”Heldur tú, at vit kunnu líta á tað, sum Jesus sigur í Jóh.6,37: ”Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. ”

 

”Jú, eg haldi, at tað er álítandi,”

 

”Gott,” segði dr. Torrey, ”skulu vit so fara til hansara?”

 

”Nei, Guds orð talar ikki til mítt hjarta.”

 

”Íðan so, men Jesus segði ikki, at hann fór at taka ímóti okkum, tá ið Guds orð talaði til okkara hjarta. Hann segði: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”

 

”Ja, men vita tygum, mítt hjarta er gróthart og letur seg ikki ávirka av Guds orði.”

 

”Jesus segði ikki, at tann, sum kom til hansara við einum bleytum og ávirkiligum hjarta, skuldi hann ongantíð reka burtur; men hann segði: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”

 

”Ja, tað kann væl vera; men eg brýggi meg ikki um at koma til hansara.”

 

”Tað er møguligt,” segði dr. Torrey, ”men Jesus segði ikki, at tann, sum brýggjaði seg um at koma til hansara, fór hann ongantíð at reka burtur; men hann segði: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”.

 

Tann ungi maðurin sat eina løtu hugsanarsamur og hugdi fram fyri seg.

 

So segði dr. Torrey við hann: ”Skulu vit báðir nú fara til hansara?”

 

Ein løta gekk, so fór hin ungi maðurin á føtur, fór yvir til sofuna og boygdi knø har; dr. Torrey fall á knæ undir liðini á honum og segði: ”Nú skal eg biðja, men tú skalt taka hvønn setning uppaftur.”

 

Dr. Torrey fór at biðja, og hin ungi maðurin endurtók alt, setning fyri setning, sum læknin segði: ”Góði Jesus, tú sært, at hesin ungi maðurin kemur til tín eftir orði tínum í Jóh.6,37: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur”. Hann trýr tær, at tú hevur tikið ímóti honum; og Harri, tú fert at styrkja og varðveita hann í tíðini, sum liggur fyri framman.”

 

Teir fóru nú á føtur, og dr. Torrey segði við hann: ”Tá ið tú fert til songar í kvøld, kemur Satan til tín og sigur, at hetta, sum tú gjørdi í kvøld, var at lúgva fyri tær sjálvum; tað er heilaspuni at trúgva, at Jesus hevur tikið ímóti tær á ein so bíligan hátt. Uttan mun til, hvat ið hann sigur við teg at fáa teg at ivast um Frelsarans lyfti, skalt tú bara svara honum, at Jesus hevur sagt: ”… tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur” og hann vil eg líta á.””

 

Morgunin eftir við morgunmatarborðið spurdi dr. Torrey hann beinanvegin, hvussu ið gingist hevði.

 

”Jú,” svaraði hann, ”tað gekst, sum tygum søgdu. Satan kom, og hann hevði ymiskar atfinningar, men eg helt fast við tað, sum Jesus hevði sagt. Nú havi eg frið við Gud, og eg eri eydnusamur, av tí at eg hoyri honum til.”

 

Kæri vinur, legg til merkis, at dr. Torrey tekur hetta lyftið hjá Jesusi og setir tað høgt oman fyri alt kjak. Far tú og ger so við. Halt fast í lyftini, sum Jesus hevur givið. Tey eru fyri teg og øll onnur, sum vilja taka ímóti honum.

E. Campbell umsetti