Málið er hitt æviga lívið

”Er tað bert í hesum lívi, at vit hava sett vón okkara til Krists, tá eru vit tey syndarligastu av øllum menniskjum. ”
1.Kor.15,19

 

 

Du kristne sjæl, hav ofte himmelen i dine tanker!

Kunnu vit ikki í hesum lívi gleðast í Harranum, tá er trúgvin, sum vit vitna um, kraftarleys; men er hin æviga lívsins vónin ikki livandi, og gongur hugurin ikki til okkara tilstundandi heim, tá eigur trúgvin ikki grund til at hvíla á.

 

Málið er hitt æviga lívið, tað er altíð at vera saman við Kristusi. Men vegurin til lívsins land gongur gjøgnum deyðans dal. Í hesum dali, hvar vit eru í einum deyðans likami, missa vit ofta málið úr eygsýni, og hin æviga dýrdin kámast heilt burtur fyri sálareyganum. Tá er vandi, tí tankin um himmalin eigur kraft til at draga tað jarðarbundna sinnið móti tí ljósa og góða.

 

Kunnu vit trúgva á Kristus og aldri leingjast til fundin á himmalstrondini? Sanniliga, trýr nakar á Kristus og eigur livandi samfelag við hann, so skuldi hann í stillum stundum dvølt við tann nýggja staðin í erva, hvørs dýrd einaferð skal opinberast okkum.

 

”Og hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. ” Opb.22,1

Kristna sál, tonk ofta um himmalin!

 

”So mangur á foldum royndi
at vinna sær dýrgrip her,
ja, gull og tær dýru perlur,
sum virði hava í verð.
Men tá ið so deyðin kemur,
hvat virði hava tær tá?
Ta hjálpa bert tær blóðperlur,
sum runnu á Golgata”.