Markus 10, 46-52

 

Teksturin í dag er Markus 10,46-52

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum

 

46 So komu Jesus, lærusveinarnir og nógv fólk til Jeriko, og á leiðini út úr býnum komu tey fram við einum blindum manni, Bartimeus, sonur Timeusar, sum sat við vegin og biddaði. 47 Tá ið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nasaret, fór hann at rópa: “Hjálp  mær, Jesus, kongssonur jødanna!” 48 Mong av teimum royndu at fáa hann at tiga, men hann rópti bara harðari: “Kongssonurin, hjálp mær!” 49 Jesus steðgaði og segði: “Bið hann koma til mín!” So róptu tey á tann blinda og bóðu hann reisa seg upp, tí Jesus vildi tala við hann. 50 Maðurin kastaði kappan av sær, leyp á føtur og kom til Jesus. 51 “Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?” spurdi Jesus. “Meistari eg vil so fegin fáa sjónina aftur,” svaraði hann. 52 “trúgv tín hevur bjargað tær. Tú kanst fara heim,” segði Jesus. Í somu stund fekk maðurin sjónina aftur, og hann fylgdi Jesusi.

v46 Og teir koma til Jeriko. Og tá ið hann fór út úr Jeriko og lærusveinar hansara og ein stór mannfjøld við, sat Bartimeus, sonur Timeusar, ein blindur biddari, har við vegin. v47 Og tá ið hann hoyrdi, at tað var Jesus úr Nasaret, fór hann at rópa og siga: «Jesus, Dávids sonur, miskunna mær!» v48 Og mong høvdu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði hvaðna harðari: «Dávids sonur, miskunna mær!» v49 Og Jesus steðgaði og segði: «Rópið hann higar!» Og tey rópa hin blinda og siga við hann: «Hav gott treyst, reis teg upp, hann rópar teg!» v50 Men hann kastaði kappan av sær, sprakk á føtur og kom til Jesus. v51 Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Hvat vilt tú, at eg skal gera tær?» Men hin blindi segði við hann: «Rabbuni, at eg má fáa sjón mína aftur!» v52 Men Jesus segði við hann: «Far tú avstað, trúgv tín hevur frelst teg!» Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum á leið.