Markus 6,45-56

 

Teksturin í dag er Markus 6,45-56

Torleif Johannesen lesur.

v45 Og við tað sama noyddi hann lærusveinar sínar at fara í bátin og fara undan yvir um hinumegin til Betsajdu, meðan hann sjálvur læt mannfjøldina fara frá sær. v46 Og tá ið hann var skilstur frá teimum, fór hann niðan á eitt fjall at halda bøn. v47 Og tá ið kvøldið var komið, var báturin mitt úti á vatninum, og hann einsamallur inni á landi. v48 Og hann sá, at tað var strævið hjá teimum at vinna fram, tí at teir høvdu andróður, og um fjórðu náttarvøku kemur hann til teirra gangandi eftir vatninum og ætlaði at ganga fram um teir. v49 Men tá ið teir sóu hann koma gangandi eftir vatninum, hildu teir tað vera eitt spøkilsi, og teir rópaðu við; v50 tí at allir sóu hann, og teir ræddust. Men í somu stund talaði hann til teirra og sigur við teir: «Havið gott treyst! Tað eri eg; óttist ikki!» v51 Og hann steig inn í bátin til teirra, og vindurin makaði. Og teir vórðu rættiliga ovfarnir av bilsni. v52 Tí at teir høvdu ikki skilt tað, sum hent var við breyðunum; men hjarta teirra var hert. v53 Og tá ið teir høvdu róð yvirum, komu teir at landi í Genesaret og løgdu at har. v54 Og alt fyri eitt teir vóru komnir upp á land úr bátinum, kendu fólk hann, v55 og tey runnu um alt bygdarlagið har og fóru at bera sjúklingarnar í seingjum aftur og fram, har sum tey hoyrdu, at hann var. v56 Og hvar hann so kom, til bygdar ella til staðar ella til garðs, har løgdu tey hini sjúku á torgini og bóðu hann um, at tey máttu nema eina við faldin á klæðum hansara; og øll tey, ið nomu við hann, vórðu frísk.