Matteus 11,16-24

 

Teksturin í dag er Matteus 11,16-24

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

16 Á okkara døgum kunnu fólk sammetast við børn, sum sita á torgunum og grenja. 17 “Hví dansa tit ikki, tá ið vit spæla floytu fyri tykkum,” rópa tey á hvør annan. “Hví gráta tit ikki, tá ið vit syngja sorgarsangir?” 18 Jóannes hvørki át ella drakk, og um hann søgdu tey “Hann er ikki, sum ein eigur at verra.” 19 Og tá ið eg, Menniskjusonurin, bæði eti og drekki, siga tey: “Hygg hasin átarin og drykkjumaðurin, sum heldur saman við tollarum og øðrum, sum ikki halda lógina.” Men tit kunnu ikki vita, hvat er rætt, fyrr enn tit síggja, hvat kemur burturúr.” 20 Tá fór Jesus at døma tær bygdirnar, har sum flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí tær høvdu ikki vent um. 21 Bannað veri tú, Korasin! Bannað veri tú, Betsaida! Hevði eg gjørt tær kraftargerðirnar í Tyrus og Sidon, sum eg havi gjørt í tykkum, høvdu teir longu havt angrað og vent um. 22 Eg sigi tykkum: “Tað fer at gangast Tyrus og Sidon lættari á á dómadegi enn tykkum. 23 Og so tú, Kapernaum, heldur tú, at tú kemur til himmals? Tvørturímóti, tú verður stoytt niður í deyðsríkið. Hevði eg gjørt tær kraftargerðir í Sodoma, sum er gjørdar í tær, so hevði Sodoma staðið enn í dag. 24 Tað fer at gangast Sodama lættari á dómadegi enn tær”

Teksturin frá biblia.fo

v16 Men hvat skal eg líkna hesa ætt við? Hon er lík børnum, ið sita á torgunum og rópa til leikbørn síni og siga: v17 «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit eymkaðu tykkum.» v18 Tí at Jóhannes kom, og hvørki át ella drakk, og tey siga: «Hann hevur ein illan anda.» v19 Menniskjusonurin kom, og hann etur og drekkur, og tey siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av børnum sínum.» v20 Tá tók hann at skamma tær bygdirnar út, har sum tær flestu kraftargerðir hansara vóru gjørdar, tí at tær ikki høvdu vent um. v21 «Vei tær, Korasin! Vei tær, Betsajda! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, ið eru gjørdar í tykkum, verið gjørdar í Týrus og Sidon, tá høvdu tær longu vent um í sekk og øsku. v22 Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Týrus og Sidon frægari á dómadegi enn tykkum. v23 Og tú, Kapernaum! Til himmals ert tú vorðin lyft upp, til heljar skalt tú stoytast oman! Tí at høvdu tær kraftargerðirnar, sum eru gjørdar í tær, verið gjørdar í Sódomu, tá hevði hon staðið til dagin í dag. v24 Tó sigi eg tykkum, at tað skal gangast Sódomulandi frægari á dómadegi enn tær.»