Matteus 12,1-8

 

Teksturin í dag er Matteus 12,1-8

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

1 Ein Hvíludag fór Jesus saman við lærusveinunum tvørtur um ein akur. Lærusveinarnir vóru svangir og slitu sær øks at eta. 2 Nakrir farisearar sóu tað og søgdu við Jesus: “Tað sum lærusveinar tínir gera, er ikki loyvt ein hvíludag.” 3 “Hava tit ikki lisið, hvat Dávid og menn hansara gjørdu, tá ið teir vóru svangir?” svaraði Jesus. 4 “Dávid fór inn í templið, og teir ótu breyðini, sum lógu frammi á altarinum. Men tað vóru bara prestarnir, ið høvdu loyvi at eta av teimum. 5 Og vita tit ikki, at prestarnir hava loyvi at bróta boðið ímóti at arbeiða hvíludagin, tí teir halda gudstænastu í templinum hvønn dag? 6 Men her er nakað, sum hevur størri týdning enn templið. Í skriftunum stendur: 7 “ Tit skulu ikki geva mær offurgávur, men heldur hjálpa teimum, ið eru veik.” Høvdu tit vita, hvat tað vil siga, so høvdu tit ikki dømt lærusveinarnar, tí teir eru ósekir. 8 Eg, Menniskjusonurin eri harri yvir hvíludegnum.”

Teksturin frá biblia.fo

v1 Um tað mundið gekk Jesus um hvíludagin tvørtur um ein akur; men lærusveinar hansara kendu svongd, og teir fóru at slíta sær øks at eta. v2 Men tá ið Fariseararnir sóu hetta, søgdu teir við hann: «Sí, lærusveinar tínir gera tað, sum ikki er loyviligt at gera ein hvíludag.» v3 Men hann segði við teir: «Hava tit ikki lisið, hvat Dávid gjørdi, tá ið hann hungraði, og teir, ið við honum vóru? v4 Hvussu hann fór inn í Guðs hús og át sýnisbreyðini, sum hvørki hann ella teir, ið við honum vóru, áttu at eta, men eina prestarnir? v5 Ella hava tit ikki lisið í lógbókini, at um hvíludagin bróta prestarnir halguna í halgidóminum, og eru tó ósekir. v6 Men eg sigi tykkum, at her er tað, ið hevur meir at týða enn halgidómurin. v7 Men um tit høvdu vitað, hvat tað vil siga: «Mær er meir um miskunn enn um offur,» tá mundu tit ikki hava dømt teir, ið sakleysir eru. v8 Tí at menniskjusonurin er hvíludagsins harri.»