Matteus 12,9-14

 

Teksturin í dag er Matteus 12,9-14

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

9 Jesus helt leiðina fram og fór inn í synagoguna, 10 har var ein maður, sum hevði eina kryplaða hond. Fariseararnir spurdu Jesus: “Er tað loyvt at grøða nakran ein hvíludag?” Teir vildu hava Jesus at siga okkurt, teir kundu klaga hann fyri. 11 “Um ein av tykkum eigur ein seyð, sum dettur í eina grøv ein hvíludag, høvdu tit so ikki hjálpt honum upp beinanvegin?” spurdi Jesus, 12 “Eitt menniskja hevur nógv meira virði enn ein seyður. Sjálvandi er loyvt at gera væl ein hvíludag.” 13 Hann segði við mannin við tí kryplaðu hondini: “Rætt hondina fram.” Og tá ið maðurin gjørdi tað, var hondin líka frísk sum hin. 14 Fariseararnir fóru út úr synagoguni, og har samdust teir um, hvussu teir kundu fáa Jesus tiknan av døgum.

Teksturin frá biblia.fo

v9 Og hann fór burtur haðani og kom inn í samkomuhús teirra. v10 Og sí, har var ein maður, ið hevði eina visna hond; og teir spurdu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at grøða nakran um hvíludagin?» – fyri at teir kundu hava okkurt at klaga hann fyri. v11 Men hann segði við teir: «Hvør er tann maður tykkara millum, sum eigur ein seyð, og hann um hvíludagin dettur í eina grøv, at hann so ikki fer eftir honum og dregur hann uppúr? v12 Hvussu nógv meir er nú ikki maður verdur enn ein seyður? Tí er tað loyviligt at gera væl um hvíludagin.» v13 So sigur hann við mannin: «Rætt hondina fram!» Og hann rætti hana fram, og hon varð frísk aftur sum hin. v14 Men Fariseararnir fóru út og hildu ráð saman móti honum, hvussu teir kundu fáa hann av døgum.