Matteus 18,12-20

 

Teksturin í dag er Matteus 18,12-20

Torleif Johannesen lesur.

v12 Hvat halda tit? Tá ið ein maður eigur hundrað seyðir, og ein av teimum er vilstur burtur, man hann so ikki lata teir níggju og níti ganga og fara til fjals at leita eftir hinum burturvilsta? v13 Og gongst tað soleiðis, at hann finnur hann, sanniliga sigi eg tykkum, at hann gleðir seg meira uppi yvir honum enn uppi yvir teimum níggju og níti, sum ikki viltust burtur. v14 Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast. v15 Men um bróðir tín syndar, tá far til hansara og hav at honum tykkara millum, meðan tit báðir eru tveir einir. Hoyrir hann teg, tá hevur tú vunnið bróður tín. v16 Men hoyrir hann teg ikki, tá tak eina ferð enn ein ella tveir við tær, til tess at «hvør søk skal standa føst eftir munni av tveimum ella trimum vitnum.» v17 Men er hann óhoyriligur ímóti teimum, tá ber tað fram fyri kirkjuliðið; men er hann eisini óhoyriligur ímóti kirkjuliðinum, tá skal hann vera tær eins og heidningur og tollari. v18 Sanniliga sigi eg tykkum: Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað, sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli. v19 Uppaftur sigi eg tykkum: Um tveir av tykkum eru samsintir á jørðini um at biðja um okkurt, hvør søk tað so man vera, tá skal tað verða teimum givið av faðir mínum, sum er í himlunum. v20 Tí at hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.»