Meistaraverkið

Skrivað: Suffía Nón

Hvønn dag hoyra vit um alt tað ónda, sum hendir í heiminum, og ein spurningur, sum í hesum døgum ofta er uppi at venda, er: “Hvar er Gud í øllum hesum, hví hevur óndskapurin so stórt vald her í heiminum”? Hví verða menniskju sjúk? Hví liva nógv túsund menniskju í fátækadømi og neyð? Hví steðgar Gud ikki øllum hesum?

Men í byrjanini var eingin óndskapur, eingin sjúka og eingin deyði. Í byrjanini var alt gott, tí Gud hevði skapað tað soleiðis. “Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott.” (1 Mós 1,31).

Í byrjanini gav Gud Ádami eisini eitt lyfti. Gud segði við Ádam (menniskja), at um hann  valdi at vera Gudi ólýðin, so skuldi hann doyggja.  Í 2. Mósebók 16, vers 17, stendur soleiðis:

“Men Harrin Gud beyð Ádami og segði: »Av øllum trøum er tær loyvt at eta eftir vild;  men av træi kunnleikans um gott og ilt skalt tú ikki eta; tí at so skjótt, sum tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja!«

Men menniskjan valdi at verða ólýðin og át av trænum, og við tí kom syndin, óndskapurin og deyðin inn í heimin.

Menniskjan var fallin í synd og kundi tí ikki meira liva saman við Gudi í dýrdini.

Saman við menniskjanum fall alt skapanarverkið. Bæði náttúran og dýrini máttu nú eisini liva undir heilt øðrum treytum enn í byrjanini – treytir, sum heimurin setur.

Tað var ikki Gud, sum fór frá okkum, nei, tað var menniskjan, sum var ólýðin og gjørdi uppreistur móti Gudi. Gud ávaraði Ádam, áðrenn hann át av trænum. Gud segði jú, at át menniskjan av trænum, so skuldi hon so vissuliga doyggja. Tað er ikki Guds skyld – ella vilji – at menniskjan gerst sjúk, náttúruvanlukkur henda, børn doyggja í hungri og onnur verða pínd. Tað var ongantíð meiningin hjá Gudi, at vit skuldu doyggja. Deyðin er úrslitið av okkara egna uppreistri.

Men tað eru tó góð tíðindi til okkara. Gud er als ikki líkasælur við støðuna í heiminum í dag – nei, hann hevur givið okkum lyfti um, at hann skal gera alt gott aftur, eins og tað var í byrjanini. Um Gud var líkasælur við okkum, so kundi hann sum einki skolað okkum burtur saman við syndini eins og á døgum Nóa, og so bara byrjað av nýggjum við einum nýggjum meistaraverki. Men nei, Gud elskar okkum og ynskir so brennandi, at vit skulu liva saman við honum. Gud ofraði sín egna son fyri at gjalda okkara syndir, soleiðis, at vit, við at venda um og trúgva á hann, kunnu koma aftur til Guds.

Gud hevur lovað, at ein dag kemur hann aftur fyri at byggja eina nýggja jørð, har rættvísi býr. Tað kann virka sum, at hann drálar við lyftinum, men nei, hann arbeiðir við tolni. 

Michelangelo brúkti nógva tíð uppá at mála loftið í tí Sixtinska kapellinum, men tá ið hann í 1514 endiliga varð liðugur, var loftið eitt meistaraverk uttan líka. Um vit órógvaðu Michelangelo, meðan hann var í gongd við at mála, og brigslandi spurdu um, hví alt sá so óklárt og ófullfíggjað  út, hevði hann uttan iva svarað: “Tað er tí, at eg eri ikki liðugur við meistaraverkið”. 

Við at taka ímóti Jesusi og fáa okkara syndir reinsaðar burtur, er tað vón okkara at kunna verða ein partur at Guds lidna meistaraverki. Tað er júst tað, sum Bíblian lærir okkum.

Gud, takk fyri, at tú ikki ert líkasælur, men arbeiður í tolni. Takk fyri, at tú hevur lovað at byggja eina nýggja jørð, har rættvísi býr. Takk fyri, at vit kunnu verða ein partur av tínum meistaraverki.

Suffía Nón, Fuglafjørður