Moyggin er við barn

“Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel” (Jes 7,14).

Gud hevur skapað menn og kvinnur sum kynsligar verur, og tað er púra natúrligt, at kona og maður eru kynsliga saman og føra ættina víðari. Trupulleikin kemur í, tá mamman er við barn, hóast bæði vita, at tey ikki hava verið saman!

Versið omanfyri hava mong kveistrað burtur, tí tað letur seg simpulthen ikki gera. Fleiri jólasálmar nevna tað, men hugsa vit um, hvussu provokerandi tankin er, tá vit eitt nú syngja “ein jomfrú var hans móðir, Maria rein og skær”?

Men tað er júst tað, sum Jesaja profeterar og sum Matteus og Lukas halda uppá: At barnið í krubbuni var borin av eini mammu, men uttan at nakar jarðiskur maður hevði ein leiklut!

Hetta er eitt tekin, sigur Gud. Eitt ótrúligt tekin, so tit kunnu vera heilt vís í, at hetta barnið er nakað heilt serligt.

Líka provokerandi fyri vit og skil okkara er tað, at hann er Gud og menniskja, bæði tvey fult og heilt. Satt menniskja, so at hann kann farast í okkara stað, og sannur Gud, so at hann kann vera syndafríur. Gud og menniskja, so at hann kann vera okkara talsmaður hjá Gudi sjálvum.

Navnið ‘Immanuel’ merkir ‘Gud við okkum’. ‘Jesus’ merkir ‘Harrin frelsir’. Vit halda jól, tí at Gud gjørdist menniskja, ein av okkum, ja, kom í okkara part og frelsti okkum. Frá deyðans, syndarinnar og Djevulsins leinkjum.

Hetta heilt serliga teknið fráboðaði Gud altso 700 ár frammanundan: Teknið uppá, at eg grípi inn og vil vera við tykkum, er, at ein moyggj føðir ein son.

Tá tað nýggja Jerusalem stígur niður av himni í næstsíðsta kapittli í Bíbliuni, kann ein hørð reyst frá hásætinum tí siga: “Sí, tjaldbúð Guds er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Gud sjálvur skal vera hjá teimum” (Opb 21,3).

 

Hendan andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994