Navnið sum stendur um allar ævir
”Hann vælsignaður verður allar ævir; alt meðan sólin er til, man navn hans standa. Øll fólkasløg munnu seg signa í honum, allar ættir munnu hann sælan prísa. ”
Sálmur 72,17
Vit eru komin nakrar dagar inn í nýggja árið. Aftur er gerandisdagur. Jólatræið er farið at følna og verður borið út. Soleiðis verða vit mint á, hvussu forgongiligt alt er, sum vit fegnast og gleðast um.
Er yvirhøvur nakað, sum varar við? Ja, sigur skriftorðið, sum stendur her omanfyri. Navn hansara, sum vit halda føðingardagin hjá á jólum. Nú er hetta skriftorðið nógv eldri enn fyrstu jólini. Tað er frá tíðini, tá ið Sálomon kongur ráddi í Ísrael, og sálmurin, sum tað er tikið úr, er ein lovprísan av kongi, og gudgivnu uppgávu hansara í fólkinum. Men lesur tú sálmin sum eina heild, sært tú skjótt, at her er talan um meira enn ein jørðiskan kong. Her verður peikað fram ímóti konginum, sum skal valda til ævigar tíðir, og hvørs ríki skal skal fevna um allan heimin.
Jødisk hugsan er, at samband er ímillum navnið og persónin, sum ber tað. Navnið sigur bæði frá, hvørjum ið persónurin stendur fyri og frá vilja hansara. Verður eitt navn standandi til ævigar tíðir, merkir tað, at persónurin, sum ber tað, er ævigur, og vilji hansara er markleysur.
Vísmenninir úr Eysturlondum fingu boð um, at ein kongur var borin í heim. Í fjósinum fingu teir helst at vita, hvussu hann æt, og at navnið merkir ”Gud frelsir”. Men skiltu teir, hvør ið hann var, og hvat ið navn hansara merkti? Helst ikki. Kanska skilja vit eitt sindur av tí ígjøgnum hetta skriftorðið. Guds frelsa er bundin at honum, sum øll fólkasløg skulu hoyra um og verða vælsignað ígjøgnum. Aftur og aftur fer nýtt lív at spretta fram ígjøgnum hetta navnið. Hann sum ber tað skal geva øllum menniskjum frelsu og ævigt lív, ”so leingi sólin roðar í fjøll um morguntíð, og skuggi fer um grønan vøll og bratta líð.”
O Jesus, títt navn mær í hjarta
lat glógva sum brandur á nátt;
tað gevur mær gleðina bjarta,
tann frið, sum eg ei havi átt.
So djarvur um fjørðin eg fari,
um íðan, hon brýtur so stríð,
at sovna og vakna eg tori,
at liva og doyggja í tí.