Ofrið

Skrivað: Frants Jensen

Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins! (Jóh 1,29).

Pápi Ísaks, Ábraham, var álvarsamur. Hann bar knív, nú teir gingu niðan á fjallið. Ísakur bar viðin. Men teir høvdu einki djór við sær at ofra. Soleiðis plagdi tað ikki at vera. Ísakur spyr tí pápa sín: “Hvar er lambið, sum vit skulu ofra?”

Ábraham kemur við einum heldur løgnum svari: “Gud man sjálvur finna sær lambið til brennioffurið, sonur mín.” Og so gingu teir víðari.

Ísraelsfólk høvdu lært, at tey skuldu ofra fyri at fáa fyrigeving fyri syndirnar. Tey skuldu ofra eina dúgvu, eitt lamb, ein tarv ella okkurt annað djór. Blóðið skuldi renna. Tað máttu tey gera ár eftir ár.

Komnir niðan á fjallið reisir Ábraham eitt altar og bindur sonin og leggur hann á altarið, har eitt djór vanliga varð lagt at vera ofrað. Hann hevjar knívin og er til reiðar at gera enda á soninum. Men brádliga steðgar eingil Harrans honum og sigur við hann, at hann ikki skal ofra son sín. Ein veðrur verður ofraður ístaðin.

Umleið 2000 ár seinni er tað ein annar faðir, ið hevur leitt son sín niðan á fjallið at verða ofraðan. Hesaferð er tað ikki eitt vanligt altar, men ein krossur. Trý ár frammanundan hevði Jóhannes doyparin sagt við lærusveinar sínar, í tí at hann peikaði á Jesus, at hesin er Guds lambið, sum ber synd heimsins! Sært tú, her kom endiliga svarið til tann 2000 ára gamla spurningin, sum Ísakur setti: “Hvar er lambið?” Nú var lambið her. Jesus hekk á krossinum, og faðirin í himli greip ikki inn, soleiðis at Jesus ikki doyði. Blóðið rann, og sonurin misti lívið.

Hví skuldi tað henda? Jú, fyri at syndirnar, sum skilja okkum frá Gudi, skulu fyrigevast. Tí uttan at blóð verður úthelt fæst ikki fyrigeving fyri synd.

Tað einasta ofrið, sum kundi brúkast, var onkur, sum hevði livað eitt lív uttan at synda. Tað hevði einki menniskja. Tí sendi Gud sín egna son, Jesus, til jarðar at lata seg ofra fyri okkum. Hann er tann einasti, sum hevur livað eitt fullkomið lív uttan synd. Hann doyði sum okkara offurlamb, fyri at vit skulu liva. Hann gav sítt lív fyri okkum.

Trúgva vit á Jesus, koma vit heim í himmalin.