Ríkur í Gudi

Skrivað: Jóannnis Fonsdal

Í GT finna vit tað heldur torskildu bókina Prædikarin. Í henni er nógvur vísdómur at finna, tá ið tað snýr sum um lívið her á jørð og okkara viðurskifti við Gud. Prædikarin sigur soleiðis um ríkidømi:

Tann, sum elskar pening, verður ikki mettur av peningi, og tann, sum elskar ríkidømi, fær einki í úrtøku. … Sum hann kom úr móðurlívi, soleiðis má hann fara avstað aftur, so nakin sum hann kom, og hann hevur einki fyri møði sína, sum hann kann taka í hondina við sær. Præd 5,9.14

Prædikarin er komin fram til, at ríkidømið er tómt, tí tað gevur ikki nøgdsemi. Meiri vil hava meiri, og tí er ríkidømið ikki ein kelda til gleði, men til ófrið og hvørja løtu kann alt verða tikið frá einum.

Prædikarin sær tó eisini ein annan møguleika, at taka tað, sum ein fær, sum gávur frá Gudi.

Vit mugu gleða okkum yvir gávurnar, takka fyri tær hvønn dag og brúka tær í trúfesti.

Prædikarin vil ikki hava okkum at vanvirða jarðarlívið og tess ríkidømi, men hann vil hava okkum at fáa tey røttu viðurskiftini við Gud.

Tað avgerandi er at vera ríkur í Gudi.