Ríkur – tó fátækur
”Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« ”
Luk.18,25
Hin franski heimsgitni náttúru-vísindamaðurin og matematikkarin Pascal hevur í skriving síni greiniliga víst á markið fyri mannavitinum og vísir á, hvussu neyðugur kristindómurin er fyri menniskjuni.
Tá ið hann sum vísindamaður var komin í hædd viðvíkjandi heiður og æru, kendi hann sum ongantíð fyrr tómleikan í lívinum uttan Kristus, tí hvørki vísindin, heiðurin ella vinir kundu stilla nakað av tí longsli og teirri tráan, ið búði honum í barmi. Men Pascal ikki bara kendi henda tómleikan. Sannur móti sær sjálvum stríddist hann fyri at koma sær burtur úr hesi sálarangist – stríddist fyri at finna frið við Gud. Einsamallur stóð hetta heimsins stórmenni staddur í svárastu neyð, ið til er – í teirri neyð, sum einhvør átti at kent, sum ikki hevur funnið frið við Gud. Eingin av heimsins stórmonnum kundi hjálpa honum. Teir kundu heiðra vit og dugnaskap hansara, men sál hansara kundu teir ikki grøða.
Hann átti eina systur, sum fyrr var farin í kleystur. Til hennara fór hann at endanum, og her saman við henni fekk hann at kenna tann klett, hann kundi byggja lív sítt á. Og nú kundi hann liva lívið við treysti og í trúgv á Jesus, frelsara sín. Fyrr nýtti hann alla sína stóru løn sjálvur, og kendi seg fátækan og einsamallan. Nú hevði hann ráð, vilja og kærleika til at liva í størsta fátækdømi og lata ríkidømi sítt til tey fátæku og kenna seg kortini ríkan.
Pascal kendi til at biðja: ”Neyðugur tú ert mær, Jesus, tí so blindur eri eg…”
Og hvør man hann vera av okkum, sum ikki hevur hesa bøn fyri neyðini:
Neyðug er mær øll tín náði
og øll kærleikskensla tín;
uttan teg eg burtur verði,
oyðin endar ferðin mín!
Neyðugur tú er mær Jesus,
kom og ger mær ferðalag,
veit tú mær av andans megi
meir og meir hvønn Harrans dag.
n.