Rokna við Jesusi – í náttarinnar stormi og myrkri(6:9)
”Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: »Harri, bjarga mær!« ”
Matt.14,30
Pætur var ein djarvur maður, og tað er altíð spennandi at hoyra um hann. Ja, hann upplivdi mangt løgið, hesin Pætur. Men tað løgnasta, hann upplivdi, mundi vera ta ferðina, tá ið hann fór til gongu tvørtur um aldurnar yvir til Jesus hesa ódnarnáttina á Genesaret vatni.
Teir vóru í havsneyð har úti. Veðrið leikaði í. Men enn bangnari gjørdust teir, tá ið teir sóu onkran koma gangandi eftir vatninum. Teir hildu tað vera eitt spøkilsi og róptu av ræðslu.
”»Havið gott treyst! Tað eri eg! Óttist ikki!« …” rópti Jesus. Hann kom jú at hjálpa teimum. Og Pætur gjørdist so glaður, at hann segði: ”Álvara, er tað tú, Jesus – um tað er tú, sig so, at eg skal koma til tín á aldunum.” Og Jesus segði: »Kom!«
Tað gloymdi Pætur vist ongantíð – og so lærdi hann okkurt har úti á vatninum, sum hann heldur ongantíð mundi gloyma. At tað er av alstórum týdningi at trúgva á Jesus. At hann er hin einasti, sum kann hjálpa okkum, tá ið vit av álvara eru í neyð. Ja, tí tá ið hann hugdi at aldunum, tók hann at søkka. »Harri, bjarga mær!« rópti hann. Og beinanvegin rætti Jesus hondina út og tók í hann.
Nakað eftir hetta var Pætur aftur um at søkka, men hesuferð var tað í syndarinnar dýpi, og tað er nógv verri. Hugsa tær til, hann bannaði og svór uppá, at hann kendi ikki Jesus. Ja, so illa kann gangast okkum. Aftaná græt hann og helt, at nú fór hann ongantíð aftur at gerast glaður. Men Jesus elskaði enn Pætur! Hann sendi honum eina blídliga heilsan. Hann leitaði hann upp, rætti honum hond sína og fyrigav honum alt.
Vit vilja eisini trúgva á Jesus, eins og Pætur gjørdi. Tá fer hann eisini at tríva í okkara hond, tá ið vit koma í neyð og eru í trongum skóm! Ja, vit vilja biðja: Tak um hond mína, leið meg stig fyri stig, til eg frelstur og sælur stígi inn um himnagátt.
Vilhelm Munch. E.Campbell týddi