Rúm fyri Jesusi – har avgerðirnar verða tiknar

Skrivað: Øssur Kjølbro

“... tí at ikki var rúm fyri teimum í tilhaldshúsinum" (Luk 2,7b).

Mong okkara harmast ella ilskast, tá sagt verður, at trúgv og alt hatta við Jesusi hoyrir ikki heima í almenna rúminum. Men vit eiga altíð at venda spurninginum til okkum sjálv fyrst, um pláss er fyri Jesusi í okkara egna hjarta. Ikki bara pláss fyri vøkrum tankum um Jesus um jóltíðir, men pláss fyri, at Jesus tekur ræðið alt árið. Í okkara innara menniskja, har alt okkara lív sprettir. Okkara tankar, orð og gerðir. Okkara raðfestingar, virðir og avgerðir.

Tí í dag býr Jesus ikki í krubbum, men í menniskjahjørtum. Við sínum Anda býr hann í hjørtum, har hann skapar trúgv, sum er virksom í kærleika.

Brorson yrkir í jólasálminum, sum seinnu árini er komin aftur til heiður og æru:

 

Mítt hjarta tilhald hevur,

har Jesus føddur var.

Mín hugur hagar dregur,

sítt mið hann hevur har.

Har býr mín longsul inni,

har fær mín trúgv alt gott.

Tú fert mær ei úr minni,

tú fagra jólanátt.

 

Men sum tað ljóðar løgið

og ilt at hugsa sær,

at heimsins kongur høgi

í fjósi borin var.

At himins dýrd og heiður,

Guds orðið, ið varð hold,

so lítla virðing eigur

á hesi neyðar fold.

 

Nei, Jesus hann má liggja

nú hesi góðu jól,

har biddarin má tiggja

sær vetrarvist og skjól.

Í hoyggj hjá øðrum mátti

hann verða lagdur tá,

hann sjálvur ikki átti

so mikið sum eitt strá.

 

Nei, hjarta, sál og sinni

skal nú upp latast tær.

Her skalt tú búgva inni,

kom, Jesus, gist hjá mær.

Tað er ei fremmant býli,

so dýrt tað keypti tú.

Nú tryggur her tú hvíli

í kærleika og trú.

 

Gud gevi, at okkara lív verður sum Jesu krubba!