Sáðið er Guds orð

Skrivað: Oluffa Andreasen

"Sáðið er Guds orð" (Luk 8,11)

Sáðið er Guds orð, og veltan er títt og mítt hjarta, sigur Jesus. Orðið, tað hevur lív, og taka vit ímóti hesum orðið, skapar tað lív í einum og hvørjum hjarta. Jesus sigur eisini, tá ið vit hoyra orðið, roynir djevulin at taka orðið úr hjørtum okkara, fyri at vit ikki skulu trúgva og vera frelst. Jesus sigur eisini, at tað sáðið, sum fell ímillum tornirnar, tað eru tey, sum hoyra og síðan vera køvd av sorgum, ríkidømi, njótingum og ikki bera búna frukt. Lat okkum ikki verða ein av teimum, sum fellur millum torninar og ikki búnast. Men sum tað stendur, men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni. Tað skal vera mín vitnisburður um, at vit mugu standa djevlinum ímóti og hoyra orðið, sum verður sáað og móttaka tí við trúgv. Jesus sigur eisini, at sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og varveita tað. Tak ímóti Jesusi hann er ein góður vinur at fylgjast við.