Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!

Skrivað: Hjalmar Waag Arge

“Jesus sigur við hann: «Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 21,19)

Jesus hevur opinberað seg fyri lærusveinunum. Jesus opinberar seg fyri øllum lærusveinunum – uttan Tummasi, ið goymdu seg og vóru bangnir fyri jødunum. Tummas trúði teimum ikki, tá teir søgdu honum tað, segði hann: «Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.» (Jóh 20,25)

Átta dagar seinni kom Jesus framvið aftur, og tá var Tummas til staðar, og hann slapp at nerta sárini á hondunum og síðu Jesusar. Tá trýr Tummas og sigur: “Harri mín og Gud mín”, við Jesus. Jesus svarar Tummasi við at siga “Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!” (Jóh 21,19)

Ofta havi eg fangað meg sjálvan í at hugsa “Hevði eg bara livað, tá Jesus gekk her niðri á jørðini, so hevði tað verið nógv lættari hjá mær at trúð, tí tá kundi eg sæð hann grøtt menniskju og gjørt undur.” Men tað er slett ikki sikkurt, at tað hevði verið lættari at trúð uppá Jesus. Vit síggja gjøgnum evangeliini, at fólk sóu Jesus gera undur, men trúðu kortini ikki, at hann var Messias. Og tá ein, ið hevði fylgst við honum í gott trý ár ivaðist, vísir tað okkum, at tað kanska ikki hevði verið nógv lættari alíkavæl.

Tí er tað ein so góð áminning at fáa frá Jesusi, at tað er lætt nokk at trúgva tá ein sær, men sæl eru tey, ið ikki síggja, men tó trúgva.

Amen.