Salt jarðarinnar og ljós heimsins
"Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni” (Matt 5,13-16).
Tá vit eru kristin, eru vit salt jarðarinnar og ljós heimsins. Tað er ikki nakað, vit velja. Um vit trúgva á Jesus, so eru vit tað. Jesus sigur, at vit eiga ikki at goyma okkum, vit sum eru ljós og salt. Saltið má koma í samband við alt tað, sum rot hóttir. Bert eitt lítið sindur av salti á røttum stað hevur stóra ávirkan.
Menniskju, sum fylgja Jesusi og liva eitt rættiligt lív á tí staði, sum Gud hevur sett tey, kunnu hava stóra ávirkan, og tað vísir søgan eisini, tá stóra vekingin fór fram í Føroyum.
Tá vit eru ljós, so kunnu vit ikki goyma okkum. Vit eru sum ein býður uppi á fjøllum. Ikki øll lesa bíbliuna, men tey lesa okkum. Tey hyggja eftir okkum, og hvussu vit liva. Hvat síggja tey? Gud vil, at onnur skulu leggja merki til góðgerðir okkara. Okkara lív kann verða ein vitnisburður um Jesus, sum vit fylgja. Tá kann tað vera, at onnur vilja hoyra um Jesus, sum vit fylgja.