Sannleiki, lygnir, og ákærur

Dagsins skrifstað : 2. Mósebók 23, 1-9

Í baseball kappingarárinum 2018, vildi ein Chicago Cubs venjari geva ein baseballbólt til ein smádrong, sum sat nær við skýlið. Men tá venjarin kastaði bóltin til dreingin, var ein maður skjótur at taka hann. Upptøkan av hendingini fór sum eldur um alnótina. Tíðindastovur og teir sosialu miðlarnir vóru hørð við henda “óhólvaða” mann. Alt hetta uttan at hyggjararnir kendu alla søguna. Fyrr undir dystinum, hevði maðurin hjálpt dreinginum at fáa fatur á einum bólti, sum bleiv sligin ov langt. Tá gjørdu hann og drongurin avtalu um, at komu fleiri bóltar har teir sótu, so skuldi maðurin fáa tann fyrsta. Tíverri gingu tað 24 tímar til sanna søgan kom fram. Men tá hevði tann neiliga umtalan longu gjørt stóran skaða og hevði sett mannin í sera ringt ljós.

Alt ov ofta hugsa vit, at vit hava allar upplýsingarnar, hóast vit bert kenna nakrar smálutir. Í okkara nýmótans “eg fekk teg” mentan, við stuttum klippum av dramatiskum sjónbandaupptøkum og løddum viðmerkingum á sosialu miðlunum, er tað so lætt at fordøma onnur uttan at hava hoyrt allan sannleikan. Hinvegin, so ávarar bíblian okkum um, at “tú mást ikki bera ósonn tíðindi” (2. Mós. 23,1, leystliga umsett). Vit mugu royna alt vit kunnu at fáa vissu fyri, at tað vit hava hoyrt er satt, áðrenn vit byrja at ákæra og soleiðis umgangast at bera lygnir víðari. Vit eiga at vera varin til eina og hvørja tíð, tá tann ákærandi andin tekur seg upp í okkum, tá sinnið kemur í okkum, og tá fordøming er í hæddini. Tú eigur at ganga á sannleikans vegi og ikki lata fjøldina leiða teg út í tað illa. Sum tann ið trýr á Jesus, má Guð hjálpa tær ikki at spreiða lygnir. Má Jesus geva tær tað tú hevur tørv á, fyri at vera vís/ur í og tryggja tær at orð tíni eru veruliga sonn.