Sóttarhald
Sóttarhald er eitt av teimum nýggjaru orðunum hjá okkum. Men hóast nýtt orð, so man nærum hvørt mansbarn kenna týdningin av hesum, vegna støðuna seinasta nærum hálvt annað ári. Og mong eru tey sum hava sitið í sóttarhaldi, tí tey høvdu verið í samband við onkran smittaðan persón.
Eisini eg sjálv mátti í sóttarhald herfyri. Hevði tá fingið fyrru vaccinuna, og hugsaði sum so, at nú var sloppi. Men so var ikki, tvey prik skuldu til, og átta dagar ganga eftir seinnu vaccinuna, fyri at sleppa undan hesum sóttarhaldi.
Sum verða man, so var góð tíð til umhugsni, nú eg skuldi verða einsamøll nakrar dagar. Hvussu er við okkara sambandi við Guð? Tíbetur er her ikki neyðugt at bíða átta dagar, til at Guð kann hoyra. Nei, tann linjan er altíð opin, og okkara himmalski faðir ynskir altíð at fáa
samband við okkum. Tá ið bønin er farin upp eftir, ja ella bert eitt hjartasuff, so er móttakarin klárur at lurta.
Hugsi mangan um Honnu, sum tað stendur skrivað um í 1. Sám. 1, 13. Hon bað so innarliga, meðan varrar hennara rørdust, men hon bað innantanna. Og Eli, prestur, helt at hon var drukkin. Men hon var bønhoyrd.
Um orð okkara verða søgd hart ella innantanna, um vit eru í kirkju, ella í fjøllunum og ganga, ja so er okkara linja uppeftir altíð opin, og okkara faðir í himlinum er altíð klárur at lurta. Guð hoyrir. Onki sóttarhald neyðugt, ongir átta dagar neyðugir, her er frítt fyri ein og hvønn, til eina og hvørja tíð, at venda sær til Guðs í bøn.
Takk himmalski faðir, fyri bøn og bønarsvar. Takk at tú hoyrir allar okkara bønir, bæði tær sum verða sagdar hart, og tær sum verða sagdar innantanna. Takk, at bønin ikki er tengd at tíð ella stað, men at bønarlinjan altíð er opin.
Amen.