Stjørnan

”Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. ”
Matt. 2,11

 

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu undurfult tað var, at teir tríggir vísmenninir fóru úr einum landi langt burturi frá Ísrael og so kortini komu til ta røttu krubbuna – í tí rætta fjósinum – í tí røttu bygdini – í tí rætta landinum nógvar hundrað kilometrar haðani?

Teir høvdu hvørki kort ella kumpass, men bara ein vegvísara – eina stóra, bjarta stjørnu, sum stóð beint uppi yvir tí staðnum, teir skuldu vitja.

Teir kendu ikki Jesus, men teir vildu fegnir koma at kenna hann, tí fylgdu teir stjørnuni. Og so vórðu teir førdir beint yvir til tað fjósið, har Jesusbarnið lá í einari krubbu.

Kanska hevur tú tað sum teir tríggir vísmenninir. Tú hevur kanska hoyrt okkurt um Jesus – hoyrt, at hann er heimsins Frelsari. Tú kennir hann ikki rættiliga, men tú vilt fegin læra hann betur at kenna – so skalt tú gera sum teir tríggir vísmenninir.

”… „Okkum við ein stjørna leiðir …,“ syngja vit í einum jólasálmi, og „okkum lívsins gøtu greiðir, so vit finna Jesus Krist.“

Tað vóru altso ikki bara teir tríggir vísmenninir, sum høvdu ein slíkan bjartan vegvísara til Jesusar. Eina slíka leiði-stjørnu hava vit øll somul. Í síðsta versi í sálminum „Fagur himin er at sjá“ stendur:

„Gøtan liggur ljós og bein,
tí vár stjørna, bjørt og rein,
er Guds sannleiks orðið ríka,
sum man aldri, aldri svíkja,
lýsir heim í Faðirs høll.“

Guds orð – tað, tú lesur í Bíbliuni, ella tað, tú hoyrir í kirkjuni ella í missiónshúsinum, er tín leiði-stjørna.

Um vísmenninir ikki høvdu fylgt stjørnuni, høvdu teir ongantíð funnið Jesus. Og bara um tú fylgir tínari stjørnu, Guds orði, kemur tú til tín Frelsara, Jesus Kristus.
Effie Campbell umsetti.