Stórar ætlanir

Skrivað: Hanus Thomsen

“Í staðin fyri at tit áttu at sagt: “Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!” (Ják 4,15)

Vit leggja ofta stórar ætlanir um, hvat vit skulu gera. Hetta er galdandi á øllum økjum í okkara lívi. Arbeiði, útbúgving, familja, frítíð, uttanlandsferðir, hús, meinigheit, møtir og so framvegis. Hetta er alt ein partur av at liva í okkara samfelag. Hvussu kunnu vit koma fram til skilabestu avgerðirnar?

Jákup áminnir okkum í sínum brævi um at hava tvær fyritreytir við, tá vit leggja ætlanir. Fyrst, um hetta er Guds vilji. Er hetta tað, Gud vil? Vit eiga at leggja okkum eina við at gera Guds vilja; tá skal Gud eisini leggja sína signing afturat.

Tað næsta er spurningurin, um vit yvirhøvur liva, tá dagurin í morgin kemur. Tí ráða vit heldur ikki fyri sjálv. Tað er Gud, ið gevur okkum dagin og allar teir møguleikar, sum dagurin hevur.

Tá vit hava hesar báðar fyritreytir uppá pláss, so kunna vit leggja góðar og rættar ætlanir.

“Verði vilji tín sum í himli so á jørð” (Matt 6,10).