Størsta gávan

Skrivað: Unn Justinussen

“Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.” (Jes 9,6)

Jesus bleiv føddur á jólum og er stórsta gávan til okkum menniskju. Hetta var við í Guds ætlan fyri at bjarga øllum heimsins menniskjum. Vit hava øll syndað og hava tí brúk fyri einum frelsara. Jesus kom í henda heim sum eitt lítið barn við tí endamálið, sum vaksin at doyggja á krossinum fyri allar heimsins syndir. Tríggjar dagar eftir deyða Jesusar stóð hann upp frá deyðum og er nú heima hjá faðiri sínum í himlinum fyri at fyrireika okkum ein ævigan búðstað. Hetta er størsta gávan, eitt menniskja kann fáa. Tó mega vit taka ímóti hesari gávu fyri at fáa lut í henni. Hevur tú takka fyri hesa gávu? Lat tað liggja fremst í okkara huga, at vit halda jól, tí heimsins frelsari bleiv føddur á jólum. Jesus veitir okkum frelsu, gleði og frið. Tað eru gleðiboðini til okkara í dag – mitt í allari neyðini. Tað er henda vónin, ið vit kunnu hvíla í, um vit hava sagt ja takk til hesa fantanstisku gávu. Amen!