Størsti spurningurin er svaraður!
Um tú fekst møguleikan at hitta ein deyðan persón, hvønn hevði tú so valt? Onkran kendan og spurt: “Hvussu gjørdi tú?” Onkran vísan og spurt: “Hvat skal eg gera?” Onkran í ættini og spurt: “Gjørdi eg rætt?”
Heimskendi sangarin Freddie Mercury segði í samrøðu stutt fyri deyða sín í 1991: “Tú kanst hava alt í verðini og kortini vera einsamasta menniskjað til, og tað er beiskasta slagið av einsemi. Eydna hevur gjørt meg dyrkaðan av heiminum og givið mær milliónir av krónum, men hon hevur skorið meg frá at hava tað, øllum tørvar – ein varandi og kærligan felagsskap.”
Einaferð tók Jesus Pætur, Jákup og Jóhannes við sær á eitt fjall. Komnir upp umbroytist Jesus, so andlit hansara var sum sólin og klæðini sum ljósið. Móses og Elia hittu Jesus og samtalaðu við hann. Alt hetta sóu hesir tríggir lærusveinarnir. Og so hoyrdu teir eina rødd: “Hesin er sonur mín,… Lýðið á hann!” Lærusveinarnir høvdu nógvar spurningar, men fingu svar á størsta spurningin: “Lýðið á Jesus!”
Man okkara størsti spurningur ikki vera: “Hvussu fái eg æviga lukku?” Jesus svarar: “Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!”
Jesus hevur svarað størsta spurninginum, eg kann seta!