Stríðið um tað endurfødda hjarta

Skrivað: Petur Absalonsen

"Tí at hitt góða, sum eg vil, geri eg ikki; men hitt illa, sum eg ikki vil, tað geri eg. Men geri eg tað, sum eg ikki vil, tá eri tað ikki longur eg, sum útinni tað, men syndin, sum í mær býr" (Róm 7,19-20)

Vit ganga mangan og hugsa, hvussu óreint okkara hjarta má vera, tí vit blíva við at fella í tí somu syndini. Men hetta er ikki heilt tann rætta tankagongdin, tí tá ið vit verða frelst av Guds náði, so reinsar Gud okkum og gevur okkum eitt nýtt reint hjarta.

Men so kunnu vit spyrja: “Júmen, hví blívi eg so við at gera tey somu skeivu tingini, nú Jesus hevur givið mær eitt nýtt hjarta?”

Tá skulu vit minnast til orðini, sum Paulus segði, at tað er okkara gamla náttúra, sum tráar eftir syndini, meðan okkara frelsta hjarta tráar eftir Guds rættvísi.

Tískil mugu vit vera klár yvir, at tað er ein stórur kampur um okkum hvønn dag, og hesin kampur fer at varða til tann dag, vit doyggja ella at Jesus kemur aftur og heintar síni.

Gud vælsigni okkum, at vit mugu vera klár at stríðast ímóti syndini saman við Jesusi. Og tá ið vit fella, so kasta okkum niður við krossin, har øll synd er goldin.