Stúrið ikki …

Skrivað: Andreas Andreasen

Vit lesa í Lukas evangeliinum 12,22-33: “Men hann segði við lærusveinar sínar: “Tí sigi eg tykkum: Stúrið ikki fyri lívinum, hvat tit skulu fáa at eta; ikki heldur fyri likaminum, hvat tit skulu fáa at fara í. Lívið er meira enn maturin, og likamið meira enn klæðini.  Gevið gætur eftir ravnunum; teir hvørki sáa ella heysta, teir hava hvørki hjall ella løðu, og Gud føðir teir. Hvussu nógv eru ikki tit mætari enn fuglarnir?

Men hvør tykkara kann við stúran síni leggja eina alin aftur at hædd síni?  Tá ið tit nú ikki eru førir fyri tí minsta, hví stúra tit tá fyri øllum hinum?   

Gevið gætur eftir liljunum, hvussu tær vaksa; tær arbeiða ikki, hvørki spinna ella veva; men eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálomon í allari dýrd síni var skrýddur eins og ein teirra. Men tá ið Gud soleiðis klæðir grasið á markini, sum stendur í dag, men í morgin verður blakað í ovnin, hvør mikið meira tá tykkum, tit fátrúnu!

Og spyrjið tit tí ikki um, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka, og verið ikki hugfalnir! Tí at um alt hetta er tað, at heidningarnir í heiminum spyrja; men faðir tykkara veit, at tykkum tørvast hetta.  

Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt.  Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið!”

Vit lesa, at lærusveinarnar høvdu spurningar, profetarnir høvdu spurningar, Móses hevði spurningar, Dávid hevði spurningar…

Tað eru nógvir spurningar í lívi tínum, og tað koma nógvir avgerandi spurningar. Tað verða fleiri spurningar, sum tú skal taka støðu til í sambandi við framtíð tína og lívið hjá tær her á jørð – onkrir spurningar eru lættir at svara, summir eru truplir og krevja nógva umhugsan.  Tú hugsar um fylgjurnar, um ávirkan á umstøður tínar og umhvørvið, tað er ikki lætt at síggja, hvat fer at henda, og av og á gevst tú á hendur. Hetta er læra frá okkara forfedrum, sum verður endurtikin aftur og aftur, dag eftir dag, ár eftir ár.

Men inn í títt lív, inn í allar spurningar um lívið og valið, tú tekur, er boðskapurin til tín  hesin: “Tað er himmalin, ævinleikin, sum er altavgerandi!”

Framman fyri teg eru tveir vegir, og tú gongur á einum av hesum vegi beint nú.

Annar vegurin er breiður, her er sera gott at ganga, vítt til veggja og høgt til loftið. Ikki er neyðugt at gera nakað, tú skal bara fylgja við og fylgja streyminum. Her er nógv fólk, bilar og møguleikar til líkt og ólíkt, men eingin vinur, eingin trúfastur vinur. Men vegurin endar, alt hevur ein enda, eisini vegurin og lívið hjá tær. At ganga/ferðast/reika á tí breiða vegnum, kann føra teg í æviga glatan.

Hin vegurin er smalur, her má tú taka eina avgerð og “velja frá” og “til”. Eftir hesum vegnum eru vinarlig menniskju, vinir, trúfastir vinir, sangur, lovprísan, friður, skipað ferðsla, her fær tú virðing og hvíld, her hevur tú ein fylgisvein – ein trúfastan vin, ið er Jesus. Tú er ikki einsamallur/einsamøll. Jesus gongur við lið tína, hann er tær nær, sum tín skuggi, og stígir hvørt fótafet saman við tær. At ganga/ferðast/reika á tí smala vegnum verður tú leiddur/leidd her í lívinum og inn í Himmalin, ævinleikan hjá Gudi.

“Og spyrjið tit tí ikki um, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka, og verið ikki hugfalnir!  Tí at um alt hetta er tað, at heidningarnir í heiminum spyrja; men faðir tykkara veit, at tykkum tørvast hetta.  

Søkið heldur ríki hansara, tá skal hetta verða tykkum givið umframt.  Ber ei ótta, tú fylgið lítla, tí at væl hevur tað líkað faðir tykkara at geva tykkum ríkið!”

Hyggja vit eftir søguni og hesi fantastisku innbjóðing, hevur alt annað her í lívinum lítið og einki at siga, tað er líkamikið.

Jesus sigur: Hugsa ikki um ríkdóm, kom og fylg mær, so skal tú eiga dýran grip í Himli.