Jesus kom at frelsa syndarar!

“Tað orðið er satt og til fulnar tess vert, at tikið verður við tí, at Kristus Jesus kom í heimin at frelsa syndarar, og teirra millum eri eg fremstur.”
1. Tim. 1,15.

 

Tað var á einum skeiði. Ein ungur maður kom inn í bønarrúmið, og eg fall á knæ saman við honum og bað.

So blaðaði eg upp á hetta versið í Bíbliuni, og vit tosaðu saman nakað soleiðis:

 

“Trýrt tú, at Jesus Kristus kom í heimin?”

 

“Ja.”

 

“Og tú trýrt, at hann var í heiminum og fór aftur til himmals, har sum hann er nú?”

 

“Ja, tí trúgvi eg.”

 

“Íðan, so sigur hetta versið, at hann gjørdi okkurt, meðan hann var í heiminum. Les!”

 

So las hann: “ … kom í heimin at frelsa syndarar …” – “Hann frelsti syndarar,” segði hann.

 

“Púra rætt. Megnaði hann tað, tá ið hann hekk á krossinum og rópti: “Tað er fullgjørt!”?”

 

“Ja,” segði hann, “tað megnaði hann.”

 

“Nú, men orðið “syndari”, man tað hóska til tín? Man tað vera sannleikin um teg?”

 

“Ája,” segði hann, “tað hóskar væl. Tað er sannleikin um meg.”

 

“Ja, men hygg nú, hvat sigur so Orðið, at Kristus gjørdi við ein syndara sum teg, tá ið hann var í heiminum?”

 

“Hann … hann … frelsti meg.”

 

“Ja, sanniliga gjørdi hann tað.”

 

“Ja,” segði hann, “men eg føli tað ikki inni her.”

 

“Nei, eg veit,” svaraði eg. “Inni har er okkurt, sum sigur, at tú ikki ert frelstur. Har inni er okkurt, sum bara dømir teg og sigur, at tað er ógjørligt, at tú ert frelstur, soleiðis sum tú ert vorðin, og soleiðis sum tú følir teg. Men nú hevur tú fingið at síggja, at Orðið sigur, at tú ert frelstur, ikki so?”

“Jú,” segði hann, “tað er satt.”

 

“Nú fari eg at seta tær ein spurning, ungi vinur. Hvat fert tú frá hesum degi at byggja tína frelsuvissu á, antin á tað, ið hjarta títt sigur, ella á tað, ið Orðið sigur?” Og eg læt tað koma til skarpskeringar: “Hugsa tær, at tú vart sjúkur og hevði hálvan tíma eftir at liva í. Hvat hevði tú viljað doyð uppá, antin tað, Orðið sigur, ella tað, hjarta títt sigur?”

 

Eg síggi hann enn fyri mær. Hann helt saman hendur, og so segði hann: “Eg vil doyggja upp á tað, sum Hann hevur sagt.”

Hesin ungi maður livir við Gudi enn dagin í dag.

 

Eg spyrji, vinir, man tað bera til at taka Gud upp á orðið soleiðis? Ja, Gud fái lov, tað ber til, tí tað er Orðið, sum skal halda og vara, tá ið alt annað gongur undir og fer til grundar.

 

“Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir,” sigur Jesus, og tann, sum lítur á Orðið, verður standandi.

Carter Line í “Brevet”. E. Campbell umsetti