Ein Andans úthelling
„Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. “
1.Jóh.1,9
Emanuel Minos
Lógir skapa sjónarmið, sjónarmið skapa rák, rákið skapar andsmaktir. Tað er tí, at eg biði, at Heilagi Andin skal koma yvir land og fólk, so at Heilagi Andin má fáa loyvi at loysa hesar andsmaktir, sum eru frammi í tíðini. Eg trúgvi einki upp á moralprædikur. Tú kanst prædika moral, til tú verður bláur í andlitinum, og eingin verður frelstur. Men eg trúgvi upp á Jesu blóð.
Í Svøríki syngja tey ein so undurfullan sang. Hann er 150 ára gamal. “Hvitare enn snö. Två meg i det rinnande blodet, så jag blir hvitare enn snö.” Um synd tín er lítil sum ein prikkur ella ómetaliga stór, tað er ikki tað, sum veldst um. Tað finst eitt blóð, nevniliga “Blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” (1. Jóh. 1,9) Vit kunnu gerast hvítari enn kavi vegna Jesu blóð. Mátti Gud fingið loyvi at gripið hjørtu okkara.
Eyðkent fyri Nóa-tíðina við øllum syndum sínum er, at menniskju fáa eitt mektugt frelsutilboð, sum verðin ongantíð hevur sæð makan til. Í 1. Mós. 7,1 lesa vit: “Tá segði Harrin við Nóa: Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina.” Á, dett veldiga frelsutilboð. Har kemur fílurin saman við konu síni skjølkandi beina leið inn í ørkina. So kemur leyvan. Hon ristir sítt faks og fer saman við konu síni beina leið inn í ørkina. Tey høvdu bara instinkt, men tey hoyrdu kallið. So kom giraffurin, fjálturstungin og hugdi rundan um seg, við sínari lítlu konu, og tey fara beina leið inn í ørkina. Nú sigi eg við teg: “Gakk tú og alt hús títt inn í ørkina!”
Vita tit hvat, vinir mínir? Eg trúgvi, at ein veking kemur í endatíðini. Eg trúgvi, at Andin verður útheltur í endatíðini. Hví? Tí tað stendur í míni Bíbliu: “Og tað skal verða á hinum evstu døgum, sigur Gud, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold.” (Áps. 2,17) Eg bíði ikki eftir nakrari oyðing. Eg bíði eftir einum veðri úr himli við Andans úthelling. Eg sigi: “Kæru vinir, blívið fyltir við Andanum.
Á, teir sannleikar. Um tú lesur bæði brøvini hjá Pæturi, serliga tað seinna, so kemur Pætur við fleiri beinleiðis og óbeinleiðis sannleikum: Jesus Kristus er ørkin! Jesu blóð reinsar frá allari synd! Ein evarska lítil blóðsdropi er nóg mikið at fella ein brotsmann, so hann fær lívlanga fongsulsrevsing vegna genini, ella ílegurnar. Men ein lítil dropi frá Jesu blóði á Golgata reinsar teg frá allari synd, og so er tá eingin fordøming fyri tann, sum er í Kristus Jesusi. Á, tú kanst uppliva Jesu blóð í dag. Ein lítil blóðsdropi reinsar teg og heilagger teg, uttan mun til, um syndirnar eru mangar ella fáar. Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

