At ganga við Gudi

„tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. “
Matt.7,14

 

Emanuel Minos

Nóa-tíðin er eyðkend av hesum, at hon manglar opinberingina frá Gudi. Frá Ádami til Nóa vóru 10 ættarlið. Menn halda sambært ávísum kanningum, at fólkatalið var 3. mill. á Nóa døgum. Um vit lesa 1. Mós. 5,3-29 stendur ein hópur av nøvnum har; men bara tveir menn høvdu eitt livandi samband við Gud. Í 24. versi stendur: “Og eftir at Enok hevði livað við Gudi, hvarv hann, av tí at Gud tók hann burtur.” Enok upplivdi ta fyrstu burturrykkingina, sum nakað menniskja hevur upplivað. Hann sá ikki deyðan. Elia upplivdi ta aðru burturrykkingina, og vit bíða eftir triðju burturrykkingini. Eg eri so barnsligur og bjartskygdur, at eg trúgvi, at vit kanska fara at uppliva hetta. Eitt heilt ættarlið skal ikki síggja deyðan, men rykkjast upp í luftina fyri at vera saman við Harranum, og so stendur skrivað: “Troystið tí hvør annan við hesum orðum!” (1. Tess. 4,18)

 

Eg bíði ikki eftir oyðingini. Eg bíði ikki eftir atombumbum. Eg bíði ikki eftir yvirgangi. Eg bíði eftir einum brostnum skýggi. Eg bíði eftir mínum Frelsara, sum skal koma eftir tí blóðtváaða skaranum. Men vit mugu ganga við Gudi. I 1. Mós. 6,9 lesa vit: “Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Gudi.” Millum øll hesi menniskjuni í túsundatali og gjøgnum øll hesi 10 ættarliðini vóru tað bara tveir, sum gingu við Gudi. Tað vóru bara tveir, sum fingu hesa undirskriftina undir lív sítt: teir gingu við Gudi.

 

Á, høvdu vit kunnað upplivað eina heilaggeringar-veking, sum treingir inn í tað innasta í hjarta okkara, so vit ganga við Gudi og hava eitt livandi samband við Harran Jesus Kristus.

 

Í hesi tíðini merktu siðirnir meira gudsdýrkanina enn tað livandi sambandið við Harran. Menn hava grivið út og funnið eina rúgvu av altarum. Tað er ein neyð í mínum hjarta, um Gud í dag bara eigur abbabørn. Menniskju mugu gerast Guds børn, tey mugu vera menn og kvinnur, sum hava eitt livandi samband við Gud og ganga saman við honum. Eingin motorvegur gongur til himmals. Portrið er trongt, og vegurin er smalur, men sæl eru tey, ið finna fram. Nú sigi eg við teg: “Leita ikki eftir tí lætta vegnum, men leita eftir himmalvegnum, sum gongur inn til Guds, so tú kanst ganga saman við Gudi, so tú kanst uppliva Guds nærveru.

Effie Campbell umsetti