Arvaligar sjúkur
Johannes Amritzer
Johannes Amritzer er eysturríkari. Hann vaks upp í einum alkoholheimi, og har var eingin trúgvandi. Foreldrini fóru hvør til sítt, og mamman hevði ein sjeik fyri og annan eftir.
Men Harrin sær, hvønn Hann kann brúka at útinna sín gerning, eftir at Hann hevur havt okkum sum leirið á dreyuskivuni.
Eldri beiggi Johannes bleiv fyrst frelstur. So togaði hann beiggja sín við á eitt bønamøti í einum privatum heimi, og har bleiv Johannes frelstur.
Eingin er so eldhugaður at arbeiða fyri Jesus sum nýfrelst fólk. Johannes fór at vitja pápa sín. Allir pápabeiggjarnir sótu kring køksborðið, og teir høvdu kenning. Teir spældu kort og prátaðu óført.
Ein segði: ”Í okkara slekt doyggja tey av krabba!” – Ein annar tók undir við honum og segði: ”Ja, og tey, sum ikki doyggja av krabba, doyggja av hjartatilburði!!”
”Hvat er hetta fyri tvætl, tit møsna um?? Hatta hevur einki við meg at gera. Eg eri frelstur. Tað merkir, at eg eri føddur av nýggjum. So við mær byrjar eitt nýtt lívstræ! Eg beri ongan vánaligan arv við mær.
Skriftin sigur: ”Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” 2. Kor. 5,17
So tit síggja, allur tann vánaligi arvurin í slektini er kvettur av, og hann hevur einki við meg at gera.”
Teir blivu óðir og róptu á pápa Johannes og søgdu: ”Koyr Johannes út. Hann er so ómetaliga ógvisligur!!” Og so rendi pápin Johannes á dyr.
Men Johannes hevði rætt. Tað eru fleiri bíbliuvers, sum siga tað:
”Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar.” Orðt. 18,21 So vit mugu ansa eftir, hvat ið vit siga. Vit skulu standa fast á lyftunum og tosa jaligt um heilsuna.
”Hin heilsuleysi sigi: ”Eg eri kappi!” V.D. – ”Avlamingin sigi: ”Eg eri hetja!” Jóel 3,15 – ”Heldur ikki sigi geldingurin: ”Eg eri følnað træ!” Jes. 56,3
Markus 11,23 gevur mær eitt einastandandi lyfti. Markus 11,23 sigur, at tað, sum eg sigi við munninum og trúgvi við hjartanum, tað skal eg fáa.
”Hann gevur hinum maktaða megi og hinum máttleysa mikla styrki; ungmenni møðast og maktast, og unglingar níga; men teir, ið vóna á Harran, fáa kraft av nýggjum og hevja seg sum á arnarveingjum; teir renna og ikki møðast og ganga og ikki maktast.” Jes. 40,29 – 31
Effie Campbell
Edvard Poulsen

