Guds unga manning 2:3
„Hann hevur gjørt mín munn sum hitt hvassa svørðið og fjalt meg undir skugga handar sínar; til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa; “
Jes.49,2
Men har er okkurt afturat, sum kongur skal hava gjørt við ørvina, fyri at hann kann brúka hana, sum hann vil. Hann má hava gjørt hana blanka og brýnda! Rustaðar og óhvassar ørvar vil kongur ikki brúka. Hoyr: “ … til brýnda ørv hann gjørdi meg, goymdi meg í sínum ørvahúsa;” Jes. 49,2.
Orsøkin til, at kongur higartil bert hevur brúkt teg so lítið, er helst hon, at enn er so nógvur rustur á ørvini. Tað eru so nógvar leivdir av tínum egna eg. Har er kanska enn nakað av sjálvgóðsku, so tú hugsar meira um at fáa góða løn, eitt gott kamar, nógva frítíð og bert lítið at gera, enn tú hugsar um at gera tað so gott, sum tú kanst fyri tey, tú arbeiðir hjá.
Tú verður kanska enn ótolin og í ringum skørum, tá ið alt ikki gongur, sum tú vilt. Tú verður kanska eisini skjarrligur og firtin, tá ið onkur ger tær órætt. Kanska verður tú beiskur, ja, beinleiðis øvundsjúkur, tá ið onnur hava tað betri og verða tikin fram um teg. Eg vil kortini treyðugt trúgva um teg, at tú lønar aftur á sama hátt, tá ið onkur háðar og deilir teg, tí tú kennir jú orðið: „Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímót, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. “ (1. Pæt. 3,9)
Treyðugt vil eg eisini trúgva, at tú, fyri at sleppa undan toygginum, bjargar tær við einum hálvum sannleika, og eg kvíði meg fyri at trúgva, at tú brúkar tína dýrabaru frítíð at lesa skaldsøgur og soleiðis stjelur frá Gudi ta tíð, tú skuldi brúkt til Bíbliu tína. Eitt sindur av errinskapi er kanska eisini eftir, so tú brúkar meiri pengar at keypa tær klæði fyri, enn hægst neyðugt og hóskandi er fyri eitt Guds barn. Allur hesin rusturin misprýðir ørvina og ger hana ónýtiliga. Hann má burtur.
Tú hevur roynt at fingið hann burtur. Tú hevur gníggjað ørvina dúgliga, og viðhvørt helt tú, hon var um at verða blonk; men rusturin kom fram aftur. Tú hevur kanska grátið um tað, tú hevur biðið og givið Gudi lyfti; men tað segði tað sama. Tú fekst ikki henda ljóta rustin burtur, og tú fært hann ongantíð burtur á tann hátt! Tí hatta er nevniliga gravrustur, og tað manst tú vita, at tann eginleikin kemur altíð fram aftur.
Kortini, fell ikki í fátt, tú, sum syrgir um støðu tína og av sonnum ynskir at verða ein blonk ørv. Latið okkum lesa orðið enn eina ferð: “Til blankan ørv hann gjørdi meg…” Tað, tú ongantíð kanst gera, tað megnar hann! Hann hevur nevniliga eitt, sum kann taka gravrustin burtur av sálini, so hann ongantíð kemur aftur – tað er blóðið frá Golgata, tað dýra blóðið, sum reinsar frá allari synd.
Játta so ærliga syndir tínar og tað, at tú einki ert førur fyri sjálvur, boyggj teg við krossin – undrið hendir í lívi tínum, tí orðið stendur fast: “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (1. Jóh. 1,9)
Edvard Poulsen

