Myndarøð: Eitt minniligt vikuskifti á Okkara Legu
Um vikuskiftið var Okkara Lega í Nesvík, har fólk við rørslu- og menningartarni saman við avvarðandi savnaðust til dagar við góðum felagsskapi, sangi, andaktum og fjølbroyttum aktivitetum.
Á skránni vóru bæði fyrilestrar, ítriv og hugnaligar løtur, og luttakararnir kundu millum annað royna boccia, fótbólt og ríðing. Myndirnar geva eitt lítið innlit í mongu góðu løturnar og upplivingarnar, sum eyðkendu Okkara Legu 2026.
Carsten Fonsdal Mikkelsen













