Myndarøð: Sunnudagur á Stórmøtunum

Her sæst myndarøð frá seinasta degnum á Stórmøtunum. Fyrst varð SIMBA-hitt kl. 15:00, sum má sigast at vera Føroya størsti sunnudagsskúli, ið samlaði eini 1300 børn og vaksin. Aftaná varð bjóðað til nátturða, og Skúlin á Fløtum var framúr til at hýsa so nógvum fólkum, bæði til møti og samveru aftaná.

Seinni um kvøldið varð seinasta stórmøti á skránni, har Pól Johannesen, trúboðari, talaði Guds orð og sangbólkurin Gadders framførdi so vakurt. Eitt nú hoyrdu vit tey framføra sangin ‘Ein neyð á hjarta liggur’, sum Frank Houghton hevur skrivað í 1830 og Hilmar Jan Hansen hevur so væl týtt til føroyskt í 2023, har fyrsta vers er soljóðandi:

1. Ein neyð á hjarta liggur,
óendalig hon er,
og sama hvar tú hyggur,
úr eygsjón ikki fer.
Í lítillæti leita
vit um ta víðu verð,
tann boðskap vilja veita,
at mikil Guð tú er.

Myndirnar tók Eyðbjørn Jacobsen.

LES EISINI  Dramastykki: Skrelliposin
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina