Stórsligin endi á stórmøtunum

Sunnudagurin 27. oktobur var síðsti dagur á Stórmøtunum 2024.

Klokkan 15 var Simbahitt, har stóra barnakórið frá Sangfagnaðinum sang. Tað var frøi fyri oyru og eygu at hoyra og síggja glaðu børnini syngja um Jesus, ljós heimsins, samstundis sum rørslurnar undirstrikaðu orðini. Frálíkt!

Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi, hevði bíbliuorðið og segði frá, sum var hann tollarin Sakeus, ið hitti Jesus. Gott og visuelt greiddi hann frá hendingini og segði, at vit, sum hava møtt Jesusi í dag, eru kallað at tæna honum har vit liva.

Felagssangurin var sera góður. Børn og vaksin sungu fyri. Enda varð við Faðir vár og ørindinum: “Eg eri Jesu lítla barn”. Ein frálík løta við fullsettari høll úr øllum ættum og øll vóru boðin til nátturða.

Síðsta møtið var klokkan18. Pól Johannesen, trúboðari, talaði um evnið:  “Savni tykkum gripir á himli.” Greið og rannsakandi tala. Gadders sungu og sum altíð, var tað ein frøi at hoyra. Eftir møtið vóru øll boðin til ein drekkamunn/nátturða í gongini.

LES EISINI  Stórmøti leygarkvøld: Vaks í Kristi

Høllin var stúgvandi full av fólki úr øllum ættum og hýrurin var góður. Møguleiki var at fáa samtalu og forbøn og at keypa sær eina ella fleiri góðar bøkur heim við.

Stórmøtini eru gott høvi hjá heimamissiónsfólki  og øðrum um landið, at koma saman, fyri at stimbra hvønn annan í trúnni á Jesus og í tænastu hansara, samstundis sum kallið at koma til Jesus eisini skal ljóða.

Samanumtikið kann sigast, at tað var ein stórfingin endi á Stórmøtunum 2024 í Skúlanum á Fløtum.

Kringvarpið tók upp Simbahittið og møtið kl. 18. Vit eru mong, sum gleða okkum at hoyra og síggja sendingarnar í sjónvarpinum.

Kunngjørt varð, at “Um Gud vil og vit liva”, verður Stórmøti í Eysturoy 7. – 9. novembur 2025.


Fært tú Tíðindabræv frá Trúboðanum? Tíðindabrævið vísir tær samandrátt av greinum, sum eru komnar út seinastu vikuna. Tíðindabrævið er ókeypis og verður sent hvønn fríggjadag við telduposti. Trýst her…

LES EISINI  Hoyr talurnar frá Stórmøtunum

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina