Áhugatímar um evangelisk-luthersku læruna

Dópur, altarborðið, bíblian og Luther og tey tvey valdini. Tað eru áhugatímarnir, sum høvið er at velja ímillum seinnapartin leygardagin 24. oktober, tá ið Stórmøtir verða við Tjarnir í Havn.

Nógv tiltøk eru á Stórmøtunum, bæði fyri børn, ung og vaksin. Eitt øðrvísi tiltak, har til ber at seta seg meiri inn í nøkur bíbilsk evni, eru áhugatímarnir við Tjarnir.

Fýra gudfrøðingar fara at undirvísa um fýra grundleggjandi evnir í evangelisk-luthersku læruni.

Tann fyrsti áhugatímin hevur heitið ”Dópur: Endurfødd til eitt nýtt lív.” Tað er Øssur Kjølbro, prestur, sum undirvísir.

Annar tímin hevur heitið ”Altarborðið: Føði til tað æviga lívið”. Tað er Ovi Brim, próstur, sum undirvísir.

Triði tímin hevur heitið ”Bíblian: Myndugleiki og náðimiðil”. Tað er Bergur Debes Joensen, prestur, sum undirvísir.

Fjórði tímin hevur heitið “Luther og tey tvey valdini: Hvussu hevur Gud skipað heimin?” Tað er Jákup Reinert Hansen, ph.d., lektari í kirkjusøgu í Fróðskaparsetrinum, ið undirvísir.

Møguleiki verður at velja tveir av áhugatímunum

Áhugatímarnir verða hildnir samstundis í ymsum hølum við Tjarnir, men í tveimum umførum klokkan 15:00 og 16:30. Fólk hava tí møguleika at hoyra tveir av áhugatímunum.

Eftir áhugatímarnar verður ein nátturðabiti fyri tey, ið hava luttikið til áhugatímarnar, áðrenn stórmøti byrjar klokkan 19.00.

> Sí fullu skránna til stórmøtini her.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina