Myndarøð: Leygardagur á Stórmøtunum
Her sæst myndarøð av seinna degnum á Stórmøtunum. Leygardagin var fyrst tema-dagur í Meinigheitshúsinum, har fokus var á at raðfesta tíð við Gudi í einum upptiknum gerandisdegi. Seinni var stórmøti, junior-tiltak og ungdómsmøti – alt í Skúlanum á Fløtum.
Hanus á Gørðum talaði til stórmøti leygarkvøldið, og kom m.a. inn á hetta ørindi: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Fil. 4,6-7)
Myndirnar hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið.