Myndir: Methøg luttøka á Manslegun
Seinasta vikuskifti 15.-17. september var árliga manslegan í Nesvík, og aftur í ár setti legan met. Í fjør vóru 208 mans á legu, ið var tað mesta nakrantíð, síðan manslegurnar byrjaðu fyri góðum 10 árum síðan, og í ár var luttakaratalið 210 mans.
Lagið var gott og maturin enn betur. Hitapottar, FIFA-krókur, sangur, prát, fjallatúrur og nógvur góður matur fjálgaði um sosiala partin av leguni. Nevnivert er eisini, at seint fríggjakvøld var – sum siður er eftirhondini – turr grind, spik, turrur fiskur og eplir at fáa.
Andaliga føðin var eisini góð og greið. 38 ára gamli danski presturin Morten R. Kristensen hevði fyrilestrarnar umframt prædikuna í kirkjuni sunnudag. Evnið var “Gud, ert tú har?”, og hóast sín unga aldur, hevur hesin spurningur eisini gjørt um seg hjá Morten, tá ið millum annað sjúka og mótburður hava rakt.
Sunnudag varð farið í kirkju í Norðskála. Eitt av innsløgunum á skránni var manskórið, ið eftir eina stutta venjing leygardag seinnapart, borðreiddi við trimum sangum, harímillum hesin kendi klassikarin sungin í trimum røddum.