Samrøða um trupulleikar hjá tí nýumvenda
„Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.“
1.Jóh.1,9
Harold P. Barker
Spurningur: Um hin trúgvandi heldur, at “samfelag” hansara verður órógvað, hvussu kann tað bøtast aftur?
Svar: Hetta er ein spurningur av stórum týdningi, av tí at samfelagið verður so lætt órógvað, sjálvt av einum so lítlum tingi sum einum tómum orði ella einum vanheilagum ynski. Tann lukkuliga, heilaga samveran við Gud, sum tað er okkara forrættindi at njóta, er ikki nakað, sum vit kunnu gevast við og halda fram við, sum okkum lystir. Men, Gud fái tøkk, um hon verður avbrotin, kann hon fáast í lag aftur; men tað má vera á Guds egna hátt.
Tað er neyðugt viðvíkjandi hesum spurninginum, at vit skilja, at tann sannleikin, at syndin enn býr í okkum, nýtist ikki í sjálvum sær at vera ein forðan fyri okkara samfelag við Gud. Set nú fyri, at ein tyfusfarsótt breyt út í einum ávísum øki, og tað kemur fram, at upprunin til hesa sjúku er at fi
Ein pápi, sum hoyrir hetta, sýtir so avgjørt soni sínum at nema hetta vatnið, sum hann kortini má fara framvið hvønn dag á veg í skúla. So leingi sum drongurin er lýðin, hevur tað als onga ávirkan á hann, at henda vandamikla tjørnin liggur tætt við tann vegin, hann skal ganga. Men um hann fer at ivast í, um vatnið nú man vera so skaðiligt, sum fólk siga, og ger av at fáa sær ein slurk, tá verða fylgjurnar beinanvegin tær, at hann fær ringa samvitsku og kennir seg ólukkuligan, tá ið hann er saman við pápa sínum. Hansara ólukkuligu kenslur koma ikki av, at tjørnin við tí ringa vatninum er til staðar har, man av, at hann hevur smakkað sær á vatnið, hóast pápin hevur sýtt honum hetta.nna í einari runutari tjørn, sum nakrir dreingir hava verið so tápuligir at drukkið úr.
Á sama hátt er tað ikki, at syndin er til staðar í okkum, sum órógvar okkara samfelag, men hetta, at vit smakka upp á hana. At geva eftir fyri syndini, hvussu lítið tað enn man vera, ger sálir okkara ólukkuligar í Guds nærveru.
Gjøgnum gerningin hjá Kristi Talsmanni kunnu vit fáa samfelagið rættað upp aftur. Men frá okkara síðu krevst, at vit mugu fella ein strangan dóm yvir okkum sjálv. Vit mugu ikki hava nakra umbering fyri synd okkara, og uttan nakað fyrivarni mugu vit játta alt fyri okkara Gudi og Faðiri. Hetta kemur skilliga fram í 1. Jóh. 1,9.
Um slitið av samfelag okkara stendst av, at vit loyva okkurt í lívi okkara, sum ikki hóskar Gudi, so mugu vit sleppa tí, uttan mun til, hvat ið tað er, um gleði okkara skal endurnýggjast. Tað kann vera okkurt so dýrabart sum ein hond ella eitt eyga; men sleppa tí mugu vit.
Nakað herfyri var tað ein djóralækni, sum hevði so ilt í tunguni, og hon var eisini ógvuliga hovin. Í fyrstuni helt hann tað ikki vera so álvarsligt; men at enda bleiv tungan so stór, at hann illa fekk etið, og tað var bert við stríð og strevi, at hann fekk tosað. Hann fór so til læknan, sum segði honum, at hetta var krabbamein, og sjúkan var longu langt framkomin, og hann ráddi til skurðviðgerð. Men tá ið djóralæknin hugsaði seg um, var hann so púra fyri ongum bert við at hugsa um úrslitið, so hann gjørdi av at taka sakina í egnu hond. Hann tók tólini, sum hann sjálvur brúkti í arbeiði sínum, og meðan hann stóð framman fyri einum spegli, skar hann sjálvur krabbavøksturin burt og viðgjørdi sárið við tí úrsliti, at hann varð fullkomiliga grøddur.
Kæri trúgvandi vinur, kanska er okkurt í lívi tínum, sum líkist hasum vøkstrinum á tunguni. Hetta forðar tær at tala fyri Kristus og enn verri, hetta forðar tær at liva av honum. Hvat enn tað man vera, lat meg spyrja teg: “Ert tú til reiðar at lata tað fara?” Bara hugsanin um hetta kann vera pínufull fyri teg. Tú torir neyvan at hugsa tær eina slíka skurðviðgerð; men hon má gerast, um tú skalt vinna tína andaligu gleði aftur.
Men saman við dóminum yvir okkum sjálv og tað, at vit so avgjørt siga alla vitandi synd frá okkum, nýtist eisini okkurt annað positivt. Fyri at hava samfelag við Gud, mugu vit hava okkurt at hava samfelag við hann um. Okkara egnu tankar røkka als ikki til. Guds orð leiðir hugsanir hansara fram til okkara sinn, so at vit kunnu siga: “Sum hugsanir tínar eru mær dýrabarar, Gud.” (Sálm. 139,17) Á henda hátt verða vit reinsað og fáa viðurskiftini aftur í rætt lag gjøgnum orðið. Nú, Kristus er tað signaða orðið fyri allar hugsanir hansara, og tá ið orð Krists býr ríkiliga í okkum, tá hevur Kristus sjálvur sítt rætta pláss í okkara kærleika. Tað er í mun til, hvussu vit gleða okkum í honum, at vit hava samfelag við Gud.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

