Hugleiðingar um 7-talið í Bíbliuni
„loyndardómin um hinar sjey stjørnurnar, sum tú sást í høgru hond míni, og hinar sjey gullljósastakarnar. Tær sjey stjørnurnar eru einglar hjá hinum sjey kirkjuliðunum, og teir sjey ljósastakarnir eru sjey kirkjulið.« “
Op.1,20
Gud skapti alt í 6 dagar, men sjeynda dagin hvíldi Hann, og Hann vælsignaði henda dagin. 7 er Guds heilaga tal, tað fullkomna talið. 7-talið gongur gjøgnum alla Bíbliuna.
Vit taka nøkur dømi: Sjey dagar og sjey ferðir gingu ísraelsmenn rundan um býin Jeriko. Tann sjeynda dagin gingu tey 7 ferðir, áðrenn múrarnir fullu. (Jósva 6,15) Sjey prestar høvdu eisini 7 lúrar við sær. Í Opinberingini lesa vit eisini um 7 kirkjur, 7 innsigli og 7 vreiðiskálir. (Opb. 1,20; 5,1; 8,2) Guds ælabogi, sum Hann setti upp á luftina, hevði 7 litir: Reytt, appelsingult, gult, grønt, blátt, indigo og viólblátt.
Tónaskalin hevur 7 tónar: Do, re, mi, fa, sol, la, si (el. ti), (C, D, E, F, G, A.)
6-talið hevur ein heilt annan týdning. Í Opinberingini 13,18 lesa vit, at djórsins tal er 666. Effie Campbell
Edvard Poulsen

