Eg eri leyskeypt!
„Tit vita, at tit vórðu ikki leyskeypt frá tykkara innantóma lívi, sum tit høvdu frá fedrunum, við forgeingiligum silvuri ella gulli, men við dýra blóði Krists sum blóði av einum ósekum offurlambi.“
1. Pæt. 1,18 N.S.
„Hann (Kristus) gekk inn í tað allarheilagasta eina ferð fyri alla tíð; ikki við blóði av einum djóri, men við sínum egna blóði og gav okkum æviga loysn.“ Hebr. 9,12 N.S.
Einaferð bleiv ein óður hundur beittur eftir einum kristnum manni. Tað var í Mexico. Hann var farin út at boða evangeliið.
Nøkur ónd fólk høvdu viljað, at hann varð skræddur sundur. Hundurin leyp á hann. Hann var eitt rættiligt rovdýr. Fyltur við Guds Anda skríggjaði maðurin: „JESU BLÓÐ!“ Hundurin small deyður niður.
Tað er kraft í Jesu navni!
Tað er kraft í Jesu blóði!
Sig: Eg eri leyskeypt!
Hvat var prísurin: Blóðið!
Tá ið djevulin er eftir tær við óndum lystum og tonkum, so minn hann á blóðið, sum bleiv givið sum loysigjald. Hann veit, hvat ið hatta blóðið hevur at týða.
Tað merkir: Eg eri leyskeypt! Halleluja!
John Osteen – Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

