Guds trúfesti
„Tí at hvat um tað? Um so summir vóru ótrúgvir, mundi tá ótrúskapur teirra gera trúskap Guðs til einkis? Nei, á ongum sinni! Guð skal vera sannorðaður, um so hvør ein maður er lygnari, soleiðis sum skrivað stendur: »Til tess at tú mást vera rættvísur í orðum tínum og vinna, tá ið menn hava sak við teg.« “
Róm.3,3-4
Oddvar Søvik
”Eg var giftur í 40 ár, men 25 tey seinastu árini var konan illa sjúk av sklerosu, og endin var, at hon doyði. Vit høvdu tríggjar synir.
Yngsti sonurin var ikki frelstur. Hann fór út í verðina, hóast hann var uppvaksin í einum kristnum heimi. Men hvørja ferð, at hann kom í neyð, so ringdi hann heim og segði: ”Pápi, nú mást tú biðja fyri mær!” So hann hevur trúð upp á bønina. Mamma hansara var deyð tá. So bleiv hann ógvuliga sjúkur. Eg fór at vitja hann og bað til frelsu við honum. Hann livdi tveir mánaðir eftir tað.”
Oddvar biður nógv. Einaferð vóru tað hann og konan + eini onnur hjún, sum settu sær fyri at biðja fyri einum ófrelstum hjúnum, sum búðu í íbúðablokkinum. Tey bóðu 3. hvønn tíma um dagin: kl.12, 15, 18, 21 og 24. Tá ið tríggir mánaðir vóru farnir, fór Oddvar og ringdi uppá.
Maðurin kom út.
”Eg bjóði tykkum á møti í kvøld. Vit hava eina møtirøð.”
”Hví?” spurdi maðurin.
”Tí at eg vil, at tit skulu blíva frelst.”
”Kunnu vit ikki blíva tað inni her?”
”Jú. Skal eg ikki biðja til frelsu við tykkum?”
Konan svaraði straks ja.
Bæði fullu beinanvegin á knæ og blivu herliga frelst.
Tá søgdu tey: ”Vit hava í eina tíð upplivað nakað løgið. Triðja hvønn tíma á degi, blivu vit so órólig.”
Tá sá Oddvar, hvussu sterk bønin er, og eisini at biðjast skal frammanundan, so at hjartabotnurin bloytist og kann taka ímóti sáðnum.
Edvard Poulsen

