Eingin sól og eingin máni?

„Og Guð segði: »Verði ljós!« Og tað varð ljós. “
1.Mós.1,3

 

Á fyrsta blaði í Bíbliuni 1. Mós. 1,3 lesa vit, at Gud segði: ”Verði ljós!” Í 5. versi stendur, at hetta gjørdi Hann tann fyrsta dagin. Men ikki fyrr enn 4. dagin skapaði Hann sólina og mánan (versini 14 – 19).

 

So kunnu vit spyrja: ”Hvaðani kom hatta fyrsta ljósið frá?” Tað var Gud sjálvur, sum lýsti alt upp. Í Sálmi 27,2 stendur: ”Harrin er ljós mítt.”

 

Men soleiðis fer tað ikki altíð at verða. Á síðsta blaði í Bíbliuni, Opinberingini 21,23 stendur: ”Og býnum tørvar ikki sól ella mána at lýsa í sær, tí Guds dýrd lýsir hann upp, og lambið er ljós hansara.” Tá er eingin sól og eingin máni longur.

 

Í 1. Kor. 2,9 lesa vit: ”Tað, sum einki eyga sá, og einki oyra hoyrdi, og sum ikki kom upp í mannahjarta – tað sum Gud hevur tilbúgvið teimum, ið elska Hann.”

 

Tað merkir, at tað ber ikki til at ímynda og upphugsa okkum, hvussu undurfull dýrdin er, sum vit skulu liva í, tí heili okkara hevur einki at samanbera við. Tað verður nógvar milliardir flottari, enn vit duga at hugsa okkum. Tað er tað, sum bíðar Guds børnum. Halleluja!!! Effie Campbell