Verðið takksom

„… verðið takksamir!“ Kol. 3,15. „Latum tí okkum …

vera takksamar og við tað tæna Gudi.“ Hebr. 12,28.

„Fyrst av øllum áminni eg tá um, at tað verða

hildnar takkargerðir fyri øllum menniskjum.“ 1. Tim. 2,1

 

Um tú hyggur í ymsar bíbliufrágreiðingar, so sært tú navnið Matthew Henry. Hann livdi frá 1662 – 1714. Hann var altíð so takksamur. Hann skrivaði hvønn dag dagbók.

 

So var tað eitt kvøldið eftir eitt møti, at hann bleiv álopin, feldur til jarðar og rændur.

Tá hugsaðu tey: „Hvat man hann skriva í dagbók sína í

kvøld?“ Har hevði hann skrivað fýra setningar:

1. Takk Gud, at eg ongantíð eri vorðin rændur fyrr.

2. Takk Gud, at sjálvt um teir tóku alt, sum eg hevði,

so tóku teir ikki lív mítt.

3. Takk Gud, at sjálvt um teir tóku alt, sum eg hevði,

so var tað ikki so nógv, sum eg hevði.

4. Takk Gud, at tað var eg sjálvur, sum varð rændur,

og at tað ikki var eg, sum var rænarin.

 

Tú sært, at tú kanst leggja eina tøkk inn í alt, um tú tekur ta avgerð at hava eitt takksamt hjarta. Gloym ikki at fylla títt bønarlív við tøkk. Effie Campbell umsetti