Eliaskirkjan lagt fram nýggja Strategi

Eliaskirkjan í Keypmannahavn hevur lagt eina nýggja strategi fyri sítt arbeiði komandi árini. Í hesum sambandi varð skipað fyri einum strategidegi í LM á Amager, har Eliaskirkjan heldur til.

Nógv spennandi var á skránni, og skráin varð býtt upp í tvær løtur. Til fyrru løtuna legði formaðurin í Eliaskirkjuni, Torgeir Petersen, Strategi 2030 fram. Síðani avdúkaði Fríðunn í Liljudali nýggja visuella samleikan og vísti fram merch (klæðir v.m.), sum varð sniðgjørt til høvið. Eisini avdúkaði Jónas Thomsen nýggju heimasíðuna, og Súsanna Olsen legði Eliaskirkjuna og komandi tíðina fram fyri Gud í bøn.

Síðani vóru øll boðin til Chili Con Carne, sum Niels Kristian Thomassen og Hans Arge Poulsen høvdu borðreitt við.

Tá ið nátturðin varð liðugur, og fólk vóru mett og væl sett, varð bjóðað til seinnu løtuna á strategidegnum. Til seinnu løtuna var møti undir leiðslu av Gudný Johannesen, har Torgeir Petersen talaði og ein væl mannaður lovsangsbólkur leiddi lovsangin. Tá møtið var liðugt, varð bjóðað til ein góðan drekkamunn, sum Eyðbjørg Reynslág Brodersen og Marta A. Dalsgaard høvdu gjørt. Ein sera væl eydnaður dagur við góðari uppmøting!

– Hetta hevur verið ein lang og spennandi tilgongd at fyrireikað Strategi 2030, sigur Torgeir Petersen, formaður í Eliaskirkjuni. Vit hava lagt dent á, at viðtøkurnar fyri Eliaskirkjuna skulu síggjast aftur í strategiini. Eisini hava vit langt dent á at bjóða kirkjuliðinum við í tilgongdina, soleiðis at hetta er strategiin hjá Eliaskirkjuni og ikki einans hjá stýrinum. Vit eru sera væl nøgd við endaliga úrslitið og gleða okkum at fremja tey mál, sum vit hava sett okkum fyri. Tó eru vit væl vitandi um, at tað er alt avgerandi, at Gud leiðir arbeiðið, og tí hava vit lagt okkum eftir, at bønin til Guds skal bera arbeiðið. Ver tí vælkomin at biðja fyri okkum og komandi tíðini í Eliaskirkjuni.

– Í stuttum snýr strategiin um at menna lærusveinar við at boða gleðiboðskapin, búgva til tænastu og bera byrðar hvør hjá øðrum. Hetta trúgva vit, er nakað av tí mest grunnleggjandi, ið vit sum kirkja eru kallaði til at gera. Strategi 2030 er tí ein ítøkilig ætlan, hvussu vit í Eliaskirkjuni ætlað at fremja hetta í verki komandi árini.

Les meira um føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni og um nýggju strategiina á heimasíðuni www.ek.fo. Eisini ber til at fylgja Eliaskirkjuni á Instagram.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina