Undrið liggur í at røra seg
„Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: »Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!« Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir. “
Luk.17,14
Johannes Amritzer
Ja, undrið býr í rørsluni. Tá ið Jesus grøddi fólk, bað hann tey um at gera tað, sum tey ikki vóru før fyri, t.d.: Rætt hond tína fram. Tá hendi undrið, tí tey tóku Jesus upp á orðið og gjørdu tað, sum tey ikki høvdu verið før fyri frammanundan.
Vit lesa í Luk. 9,10-17 um, hvussu Jesus mettaði 5.000 menn umframt konur og børn. Lærusveinarnir rættu Jesusi ein matpakka hjá einum smádrongi, men í honum vóru bara tveir fiskar og fimm breyð. Jesus leit upp til himmals og vælsignaði henda matin. Men enn vóru tað bara tveir fiskar og fimm breyð. Var hetta ikki eitt sindur flovisligt? Høvdu fólk ikki líka sum roknað við, at nú stóðu tveir stórir stáplar á borðinum, ein av breyðum og ein av fiskum, og so fór Jesus at siga: ”Nú er sjálvtøkuborð, komið og fáið tykkum!”
Men Jesus breyt matin sundur í petti, og hann bað lærusveinarnar fara at bera hetta út til fólkið. Tá fleirfaldaðist maturin so hvørt, sum teir góvu mannamúgvuni. Undrið býr í rørsluni. Tey ótu, og vóru øll mett. Jesus virðir matin, einki skal blakast burtur, so hann biður lærusveinarnar fara at henta molarnar upp, og teir fyltu upp í tólv fullar tægur. Undrið hendi, so hvørt sum teir tóku matin upp úr kurvunum, so var altíð líka nógv eftir, til øll høvdu fingið mettuna.
Í Luk. 17,11-19 grøðir Jesus 10 spitalskar menn. Hatta er ein hervilig sjúka, hon smittar illa, og tí mugu tey fara heimanífrá og halda til úti í einingi. Fingrar, tær og nøs rotna burtur so hvørt. Uttan fyri eina bygd stóðu hesir neyðars menn. Tá teir sóu Jesus, tóku teir møguleikan og róptu á hann: ”Jesus, meistari, miskunna okkum!” Jesus svaraði: ”Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!” Teir settu honum ongan spurning, men gjørdu eftir boðunum. Tá hendi undrið, tí undrið býr í rørsluni, teir blivu frískir, og likamslutirnir vuksu út aftur, fingrar, tær og nasar, meðan teir gingu.
Effie Campbell
Edvard Poulsen

